Tað sigur formaðurin í HB, Finnbogi Arge um skiftið hjá Heina Vatnsdal frá FC Suðuroy til HB.
Havnar Bóltfelag hevur verið fyri fleiri ákoyringum í samband við, at felagið hevur tryggja sær U21 landsliðsleikaran tey komandi trý árini. Skiftið kom tó óvart á formannin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen.
Á einum kjakbólki hjá FC Suðuroy á Facebook vísti hann á, at FC Suðuroy einki visti um skiftið, og at FC Suðuroy eigur eitt gjald fyri uppaling av leikaranum.
Sambært formanninum í HB, so var meiningin til eina og hvørja tíð at fylgja øllum galdanum reglum, sum neyvt áseta hvussu nógvar pengar eitt felag hevur til góðar, tá ein leikari, sum er uppaldur í felagnum, skiftir til annað felag.
Havnar Bóltfelag og FC Suðuroy eru komnir ásamt um hvør upphæddin er, sum skal gjaldast, leggur Finnbogi Arge afturat.
Hoyr samrøðuna við Finnboga Arge undir greinini.