Ingimar Tór Thomsen, sum er formaður í Sandoyar Fólkafloksfelag, sigur í morgun, at tey í Sandoynni eru sera vónsvikin av, at oyggin ikki fekk annað av umboðunum í landsstýrið, nú Fólkaflokkurin skuldi velja tvey nýggj umboð fyri ávikavist Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
- Soleiðis, sum landið liggur nú, hava vit mist okkara umboð á løgtingi, og tað eru vit sera vónsvikin av. Eg haldi, at vit gjørdu alt, sum lá í okkara makt fyri at fáa Fólkaflokkin at skilja týdningin av, at Sandoyggin nú verður uttan umboð, og vit harmast um, at hetta ikki bar á mál.
Formaðurin í Sandoyar Fólkafloksfelag er avgjørdur um, hvønn týdning tað hevur fyri Sandoynna at hava umboð á tingi ella í landsstýrinum.
- Í fleiri ár hava vit arbeitt nógv her í oynni fyri at fáa okkara umboð á ting, og hetta hevur eydnast, sjálvt um skipanin við einum valdømi leggur okkum stórar fótonglar í vegin, sigur Ingimar Tór Thomsen, sum leggur aftrat, at Sandoyggin hevur borið lutfalsliga nógvar atkvøður til flokkin.
Formaðurin í Sandoyar Fólkafloksfelag ásannar, at vónirnar um at fáa annað umboðið í landsstýrið vóru ikki góðar, tí Sandoyggin er eitt lutfalsliga lítið øki í mun til eitt nú Norðoya Valdømi og Suðurstreymoyar Valdømi, sum stóðu rættiliga sterk.
- Sum felag hava vit samskift nógv við tey fólkavaldu í flokkinum seinastu dagarnar, og vit hava eisini fingið ábendingar um, at tey hava skilt okkara støðu. Kortini hava vit eisini skilt, at vónirnar um, at vit fóru at fáa annað umboðið í landsstýrið ikki vóru serliga góðar.
Ingimar Tór Thomsen væntar, at avgerðin um at halda Sandoynni burturi, fer fáa katastrofalar avleiðingar fyri Fólkaflokkin í oynni, og hetta harmast tey almikið um. Hann ásannar, at hetta kennist eyka hart, nú umstøðurnar í Fólkaflokkinum gjørdu, at løgtingssessurin reyk.
- Eg haldi, at vit gjørdu alt, sum lá í okkara makt, men í gjárkvøldið noyddust vit at ásanna, at hetta tíverri ikki bar á mál. Vit mistu á stokkinum, og nú stúra vit fyri avleiðingunum, ásannar formaðurin í Sandoyar Fólkafloksfelag.