Alvi Hjelm úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen úr Ægir eru í hesum døgum í skotska býnum Glasgow, har tey umboða Føroyar í EM í svimjing.
Higartil má tað metast at tað hevur gingið væl, hóast hvørgin teirra verður mett at hava nakran kjans at vinna heiðursmerki til hesa kappingina. Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisamband Føroyar, er við í føroyska ferðalagnum til Skotlands og letur hann væl at úrslitunum higartil.
- Tað gongur útmerkað. Í dag fingu vit fyrst úrslitið, ið ikki var persónligt met, tá ið Signhild Joensen svam 100 metrar ryggsvimjing. Men vit hava ikki lov at vera skuffað, tí hon hevur longu sett eitt føroyskt met í 50 m rygg, sigur Rókur í Jákupsstovu.
Og hóast svimjarin sjálv ikki var nøgd við avrikið í dag, so vísir formaður í Svimjisambandinum á, at hon endaði væl longri upp enn tað, ið væntað varð av henni.
- Í 100 metrar ryggsvimjing flutti hon seg frá 42. pláss til 35. pláss, um hugt verður eftir tilmeldingartíðunum. Hetta hóast hon ikki svam sína bestu tíð. Tað eru 52 lond í Evropa, sum kunna umboðast við tveimum svimjarum hvør, so nummar 35 er ikki galið fyri okkum. Tað hevur eisini verið soleiðis, at um hugt verður eftir tilmeldingartíðunum, so flyta vit upp eftir, sigur formaðurin í Svimjisambandinum.
Hann vísir eisini á, at meðan kappingarneytarnir hjá føroyingum hava stór og væl virkandi toymi við til eina slíka kapping, so telur føroyska toymið bara teir báðar svimjararnar og tveir persónar aftrat. Sostatt eru fortreytirnar ikki heilt tær somu, tá ið kappast verður.
Bæði Alvi Hjelm og Signhild Joensen hava luttikið í fleiri kappingum higartil á stevnuni, men enn manglar teinarnir, ið eru teirra sergreinar.
- Signhild Joensen skal svimja 200 metrar ryggsvimjing mikudagin og Alvi Hjelm svimur 400 metrar blandað hósmorgunin. Hon eigur føroyska metið í øllum rygg greinum, men 200 metrar er hennara sterka síða. Hansara sergrein er í 200 metrum ryggsvimjing. Tað er tann greinin, ið ger hann mest relevantan til hesa kappingina, sigur Rókur í Jákupsstovu.