Hvat gekk galið?
- Tað eru nógv viðurskifti, sum hava gjørt, at Fiskavirking er komið í hesi støðu. Tann einkulta hendningin, sum rakti okkum meinast, var tá í Kauphting í 2008 slapp sær av við sítt virksemi í Føroyum og rýmdi av landinum.
Tað segði Meinhard Jacobsen við Dag og Viku fríggjakvøldið.
Hann legði aftrat, at fiskiskapurin eisini hevur verið sera vánaligur.
- Eitt skifti í fjør var frægari, og tá gekk eisini betri hjá okkum, men síðani hevur fiskiskapurin fullkomiliga svikið aftur, segði hann.
Hvat iðrar tú teg um?
- Tá russisk skip fóru at keypa fisk í Føroyum, fingu vit ein kvøkk, og tá fóru vit undir at útvega okkum skip. Man kann iðra seg um onkra avgerð, men ólukkurnar raktu okkum sum perlur á snóri, og tað toldi felagið ikki . Oljuprísurin hevur verið sera høgur, fiskiskapurin hevur verið vánaligur, og rentan hevur verið í topp.
Tit royndu sum longst?
- Ja, eg renni ikki undan mínari ábyrgd. Eg havi verið við allan vegin. Eg havi allatíðina tikið støðuna í stórum álvara, og eg havi kempað til tað síðsta, segði Meinhard Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Faroe Seafood.