Fólkatalið í Runavíkar kommunu hevur ongantíð áður verið so høgt, sum tað er í dag.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri, sigur, at samlaða fólkatalið í kommununi nú um dagarnar hevur rundað tey 3.900, og so mong hava ongantíð áður búð í Runavíkar kommunu.
- Bara higartil í ár er fólkatalið vaksið við umleið 100, og vøksturin í fjør mundi vera á leið hin sami.
Borgarstjórin vísir á, at í 2011 búðu umleið 3.800 fólk í kommununi, men eftir tað minkaði fólkatalið niður aftur á umleið 3.700.
- Nú havi vit so rundað tey 3.900. Vøkstur hevur verið í barnatalinum, og fólk hava sett búgv í kommununi.
Hann sigur, at tað serliga eru bygdirnar við Skálafjørðin, sum hava merkt vøksturin.
- Eg fegnist um góðu gongdina. Her er nógv virksemi í økinum, eins og umstøðurnar í kommununi eru góðar, sigur Magnus Rasmussen, sum Vikublaðið, sum verður borið í hvørt hús í dag, hevur skift orð við.