Privatisering
?Vit hava ongan skund við at privatisera Føroya Fiskavirking, men støðan hjá grunninum er púra greið: Fiskavirking skal seljast undir einum til hægstbjóðandi?.
Soleiðis segði nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum, Niels Winther Poulsen, við Sosialin, 15. oktober.
Í sama blaði segði fyrrverandi nevndarformaðurin í grunninum, Sverri Hansen, at Fiskavirking er ein væl rikin fyritøka við góðari leiðslu, sum ikki kann vera betur.
Hann helt tí, at rættast hevði verið at latið fyritøkuna fingið frið í nøkur ár, soleiðis at hon kundi sloppið at ment seg enn meira
Niels Winther Poulsen er púra samdur við Sverra um, at Fiskavirking er ein væl rikin fyritøka við góðari leiðslu.
- Men tað er greitt, at fyritøkan skal privatiserast og seljast til hægstbjóðandi. Í reglugerðini fyri grunnin stendur, at grunnurin skal avhenda íløgurnar, tá ið tær eru sølubarar. Hesum arbeiða vit fram ímóti, og fundir hava verið um hesi viðurskifti.
Spurdur, sigur nevndarformaðurin seg ikki vilja siga, at allir partar í málinum eru samdir í øllum.
- Men so vítt eg veit, er semja millum nevnd og stjórn um, at vit skulu arbeiða fram ímóti eini privatisering av Fiskavirking ? í friði og náðum.
Stjórin í Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, hevur nevnt, at umráðandi er, at fyritøkan fær arbeiðsfrið, soleiðis at fólkið, sum arbeiðir á virkjunum kring landið og keyparar uttanlands, ikki skulu órógvast óneyðugt av kjakinum um privatisering.
Í samrøðuni við Sosialin, 15. oktober, helt Niels Winther, at tað besta fyri Fiskavirking hevði verið ein privatisering, soleiðis at fyritøkan fekk betri arbeiðsfrið.
Ognarviðurskifti
Nevndarformaðurin leggur dent á, at tað er skyldan hjá grunninum, tá ið felagið verður selt, at tað verður selt til hægstbjóðandi.
Hetta reisir spurningin, hvørt peningasterkir útlendingar kunnu stinga av við hesi fyritøku, sum er bygd upp til ta vælvirkandi fyritøku, hon nú er.
- Hvussu ognarviðurskiftini skulu verða í føroyskum vinnulívi, er ein reint politiskur spurningur, sum liggur uttanfyri okkara øki. Tað er ikki okkara uppgáva at gera ella broyta reglugerðir og lógir um ognarviðurskifti. Vit fara at arbeiða innanfyri og laga okkum til teir karmar, sum verða galdandi, tá ið tann tíðin kemur.
Nær Fiskavirking verður lýst til sølu, sigur Niels Winther seg slett ikki duga at meta um.
- Tað hevur ongan skund, og áðrenn felagið verður selt, verður sølan fráboðað í góðari tíð, sigur hann.
Greiðir karmar
Hann heldur tað eisini vera umráðandi, at útlendingar vita, hvørjar møguleikar teir hava, tá ið sølan verður.
- Teir mugu vita, um teir eru vælkomnir ella ikki, sigur Niels Winther og
leggur aftrat, at tað tænir okkum øllum best, at karmarnir um vinnulívið eru greiðir.
Hann leggur aftrat, at sum er, kann Framtaksgrunnurin selja felagið til hvønn sum helst, ið hevur hægsta boð.
- Men tað fara vit sjálvsagt ikki at gera, tí enn er tíðin ikki búgvin.
Vinnumálastýrið hevur sett ein bólk at arbeiða við bygnaðinum í fiskivinnuni, og hetta arbeiði er ikki liðugt enn.
Nevndarformaðurin, Niels Winther Poulsen, væntar, at ein partur av hesum arbeiði fer siga grunninum, hvat hann hevur at halda seg til, tá ið Fiskavirking skal seljast og privatiserast sambært reglugerðini hjá grunninum.