Uttanfyri festivaløkið sita Høgna, Emil, Trygva, Hans og Meinhard, og bíða eftir, at tjaldingarøkið verður latið upp.
Tríggir teirra búgva í tjaldingarøkinum, meðan tveir teirra búgva í húsvognum. Í nátt hava teir tó allir búð í húsvogninum.
- Hetta er fjórða árið á rað, at vit eru á festivalinum, og næsta árið á rað, at vit búgva á tjaldingarøkinum. Hetta er tó fyrstu ferð, at vit hava upplivað, at vit ikki sleppa inn á økið beinanvegin. Annars er gott skil á øllum her, nógv meira enn á G!
Vinmenninir eru samdir um, at tað serliga er stemningurin, ið dregur teir til Klaksvíkar.
- Vit koma ikki fyri tónleikin, hóast nógv gott er í ár. Tað er tað sosiala og stemningurin, ið fær okkum á Summar Festivalin.