- Hetta er ein alvorligur trupulleiki fyri vinnuna.
Eisini Joel Undir Leitinum, stjóri í Samskipum, er harmur um støðuna, sum hevur tikið seg upp, nú Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki longur vil avgreiða skip, sum ES ikki hevur góðkent og sum vit greiða frá í greinini, sum nevnist: Vandi fyri at missa milliónir.
Hann sigur, at stórur vandi er fyri, at hetta fer at kosta vinnuni fleiri milliónir um árið.
Føroysku veitararnir mugu nú siga nei til skip, sum ætla sær at leggja upp og umskipa í Føroyum og tað frættist rættiliga skjótt úti í heimi.
- Marknaðurin er rættiliga opin og gjøgnumskygdur og av tí sama koma vit í rættiliga ringt orð úti í verðini og tað kunnu vit svíða fyri í langa tíð, sigur hann.
Hinvegin leggur hann afturat, at hann skilir væl Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
- Hon reagerar helst, sum hon kann undir hesum umstøðunum og tað er at nokta fyri at avgreiða skipini.
Joel undir Leitinum sigur, at tað, sum manglar, er, at vinnumálaráðið hevur forsømt at sett eina kunngerð í gildi, sum heimiðlar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at seta tær neyðugu skipaninar í gildi.
Stjórin á Samskipum sigur, at tá ið boðini komu frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, gjørdi vinnan vart við seg. Men tey høvdu ikki væntað, at trupulleikin var so stórur og álvarsligur og tí høvdu tey væntað, at málið fór at verða loyst.
- Men nú nærkast vertíðin av álvara fyri, at hesi skipini skulu koma til Føroyar at leggja upp og tí er tað blivið meiri átrokandi at fáa trupulleikan loystan.
- Hetta er ein trupulleiki, sum vit hava vitað av í fleiri ár og eg haldi, at orsøkin til, at vit nú koma í hesa støðu, er, at vinnumálaráðið hevur ligið sjóvarfallið av sær ístaðin fyri at avgreiða málið í góðari tíð.
Les eisini greinina “Vandi fyri at missa milliónir” og greinina “Johan Dahl ætlar at klaga” .