Sjónleikarar í Vági hava saktans fingið góðar sømdir frá Arbeiðsmannafelagnum Framtíðini.
Men vit kunnu ikki betala fyri at hava fólk inni. Skilja tey ikki tað, mugu tey finna sær onnur høli.
Kári Jacobsen, formaðurin í arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í Vági vísir harmur atfinningunum frá sjónleikarum í Vági aftur.
Leikarar úr Vágs sjónleikarfelag hava vant sjónleik í tríggjar mánaðir og skuldu eftir ætlan hava frumframførslu 18. apríl.
Tey hava vant í Framtíðini, sum er húsið hjá arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í Vági.
Men tey søgdu, at tey fingu so vánaligar sømdir frá Framtíðini, at tey máttu gevast við leikinum, hóast alt var klárt til framførslurnar.
Tey hava leigað Framtíðina fyri 200 krónur, hvørja ferð tey hava vant.
Men ongin varmi hevur verið í húsinum og at venja sjónleik í húsakulda kundu tey ikki bjóða fólki.
Fyri at tey skulu fáa varma, kravdi formaðurin í Framtíðini 400 krónur í leigu hvørja ferð tey vandu.
Afturat tí betaltu tey 700 krónur fyri hvørja framførslu og tá var húsið heitt. Tað høvdu tey ikki ráð at betala og tí góvust tey.
Passar ikki
Hesum atfinningum vísir formaðurin í Framtíðini, Kári Jacobsen, harmur aftur.
Eg haldi ikki, at tey hava fingið so vánaligar sømdir.
Men tey mugu eisini skilja, at vit kunnu ikki betala fyri at hava fólk inn, tí tað hava vit ikki ráð til sigur hann.
Kári Jacobsen sigur, at tað er ikki rætt, at ongin varmi var í húsinum.
Men tað er rætt, at húsið var ikki so heitt, sum vanligt, tí varmin var skrúvaður eitt sindur niður.
Tó hevur sjunturin staðið so mikið høgt, at tað er blivið heitt í erva, har tey hava vant.
Hetta hava vit góðtikið, hóast tað av røttum ikki átti at verið uppi í teimum 200 krónunum, tey skuldu betala, sigur Kári Jacobsen
Harafturat hava tey havt lykil tíl húsið, so tey eru sloppin inn í góðari tíð at seta ovnarnar frá.
Fingu tað bíligari
Men Kári Jacobsen sigur, at tað, sum fekk bikarið at flóta yvir hjá honum, var, at sjónleikararnir gingu inn í fýrrúmið at skrúva sjuntin fult frá.
Eg gjørdi vart við tað, men tað endurtók seg kortini.
Fyri at sleppa undan hesum samdust vit um ein hægri prís fyri at tey kundu fáa fullan varma.
Vanliga betala fólk 600 krónur fyri at hava tiltøk í húsinum, men eg bjóðaði teimum kortini húsið fyri 400 krónur, við fullum varma.
Harafturat plagdu tey fáa tað fyrstu sýningina fyri einki.
Kári Jacobsen sigur, at sjónleikararnir harafturat hava brúkt húsið, sum tey hava viljað.
Tey hava báði málað og smíða, og hvat veit veg, uttan at betala nakað sum helst.
At tey ikki kundu taka av hesum tilboði, gerst so ikki við. Men longur niður í prísi hava vit ikki ráð at fara, tí tað er ikki Framtíðin, sum stendur fyri sjónleikinum. Tey kunnu ikki rokna við at fáa vanligan stovuvarma fyri 200 krónur.
Og táið tey siga, at húsið hevur kostað 200 krónur hvørja ferð, so er tað eisini rætt at leggja afturat, at higartil í ár hava vit ikki fingið eitt oyra...
Rudda ikki aftaná sær
Kári Jacobsen fýlist eisini á, at sjónleikararnir hava ikki hava hildið húsareglugerðina um, at húsið skal latast aftur í sama standi, sum tað var, táið tey komu í tað.
Ta reglugerðina hava tey ongantíð skeitt í, tí tað vanliga hevur verið, at eg havi verið noyddur at brúkt nógva tíð uppá at rudda báði køk og sal aftaná tey, og tað er heldur ikki meiningin.
Hava stuðlað væl
Men kundi arbeiðsmannafelagið ikki stuðla mentanarlívinum í bygdini so frægt, at tey fingu húsið fyri ein symbolskan prís?
Høvdu øll feløg havt stuðlað ymsum tiltøkum í Vági so væl sum Arbeiðsmannafelagið Framtíðin, hevði tað verið eitt ríkari mentanarlív í bygdini enn tað er.
Okkara partur liggur ikki eftir, sigur Kári Jacobsen.