Vit kunnu ikki bíða

- Eg vænti bara, at tað eru ikki bara eg, sum haldi tað

- Hvør skal avleiðingin vera fyri at siga ósatt fyri Løgtinginum?

Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, heldur, at tað er ein spurningur, Løgtingið, alt fyri eitt, eigur at verða kallað saman til at viðgera.

Tað, hann hugsar um, er kanningin hjá Gammeltoft, har niðurstøðan er, at Kaj Leo Holm Johannesen segði ósatt fyri Løgtinginum í málinum um Eysturoyartunnilin.

Formansskapurin er samdur um, at teir eiga at fáa eina átalu fyri lógarbrotini, og tey verða løgd fyri løgtingið eftir ólavsøku.

Men teir tríggir andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, halda, at tað er ov leingi at bíða og tí hava teir í morgun sent øllum flokkum, og øllum tinglimum, eina áheitanum at taka undir við, at Løgtingið verður kallað saman beinanvegin, at viðgera løgmann

Poul Michelsen heldur, at hetta er eitt mál, sum eigur at viðgerast í Løgtinginum, og hann heldur, at tað kann ikki bíða.

- Eg vænti ikki, at eg eri einsamallur um at halda, at hetta er so mikið álvarsligt, at tað eigur at viðgerast beinanvegin. Málið er uppi nú og tí eigur tað at viðgerast nú, sigurformaðurin í Framsókn.

- Kann tað bíða til eftir ólavsøku, kann tað akkurát tað sama bara bíða til valið er útskrivað.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví Poul Michelsen heldur, at tað er skeivt at bíða