- Vit leggja í kirkjuna

Kirkjuráðsval verður í november. Jógvan Fríðriksson, bispur, sigur at tað er umráðandi at fólk fara á val, tí limirnir í kirjuni ávrika hvønn veg føroyska fólkakirkjan fer

Kirkjuráðsval verður týsdagin 7. november.

 

Val skal verða í teim kirkjusóknum, ið telja 500 limir ella fleiri.

 

Sambært heimasíðuni hjá Føroya Stiftsstjórn, so er uppgávan hjá einum kirkjuráði, at syrgja fyri, at fólkakirkjan kann bjóða góð kor fyri lív og vøkstri fyri kirkjufólkinum. Eisini skulu tey umsita kassarnar hjá kirkjunum, skipa kirkjutænastuna og síggja til, at kirkjurnar verða sýnaðar hvørt ár.

 

Næstan øll skulu á val

 

Kirkjusóknirnar við 500 ella fleiri limum eru tilsamans 22 í tali: Argir, Eiði, Fuglafjørður, Glyvrar, Gøta, Hoyvík, Hvalvík, Klaksvík, Kollafjørður, Leirvík, Miðvágur, Nes, Norðskála, Sandavágur, Skála, Strendur, Sørvágur, Tórshavn eystur, Tórshavn vestur, Tvøroyri, Vágur og Vestmanna.

 

Tilsamans eru tað 34,100 limir í fólkakirkjuni í hesum 22 sóknum og av teimum hava 26,537 limir valrætt til valið. Samlaða limatalið í føroysku fólkakirkjuni er 40,325 og 31,117 hava valrætt til kirkjuráðsvalið.

 

Umráðandi at kirkjan er fólkaræðislig

 

Jógvan Fríðriksson, bispur, sigur, at tað er kravt at hava val í teimum sóknunum, sum er fleiri enn 500 limir, ið er ein góð skipan, tí tað tryggjar, at tað er fólkið, ið avgerð hvussu kirkjan sær út.

 

- Kirkjuráðslimir avgera í stóran mun hvussu kirkjan verður myndað og tí vilja vit hava so nógv sum gjørligt at koma á val til kirkjuráðini. Um eg einsamallur skuldi avgera alt, so líktist tað einum diktaturi og tað vilja vit so langt frá sum gjørligt, sigur Jógvan Fríðriksson.

 

Hann sigur, at valluttøkan í summum førum liggur um millum 30 og 40%, ið er nógv fleiri enn grannalond okkara.

 

- Tað vísir, haldi eg, at føroyingar leggja í fólkakirjuna og vilja taka lut í tí, sum gongur fyri seg, sigur Jógvan Fríðriksson.