-Vit mugu ansa okkum

-Føroyskir politikarar og landsstýrisfólk hava onga orsøk til at hava trygdarvaktir rundan um okkum ella ganga í skottryggum vestum, men vit mugu vera ansin og eitt nú ikki verða ov harðlig í orðaskifti sigur Anfinnur Kallsberg, løgmaður, sum í gjár fór til jarðarferðina hjá svenska uttanríkisráðharranum, sum varð myrd herfyri. Løgmaður ávarar móti, at politiska orðaskiftið verður so órímuligt og ósakligt, at tað kann fáa sálarliga sjúk fólk at finna uppá nakað.

Politikkur og jarðarferð

-Hetta var ein ræðulig og ómetaliga syrgilig hending, sum eigur at fáa okkum øll at hugsa okkum væl um. Segði Anfinnur Kallsberg, løgmaður, tá hann í gjár er á veg til Svøríkis at fylgja svenska uttanríkisráðharranum Onnu Lindh til jarðar. Hon varð myrd herfyri ? uttan verju av nøkrum slag.

Anfinnur Kallsberg, løgmaður er eins og øll onnur sera skelkaður av hendingini, og hann dylur ikki fyri, at sum løgmaður kemur man eisini at hugsa um, hvat kundi hent her heima. ?Vit hava jú verið vitni til slíkt, tá skotið varð eftir Atli Dam, táverandi løgmanni. Og tað vísir jú, at heldur ikki her hjá okkum kunnu vit útihýsa, at slíkt kann henda.

Løgmaður sigur, at hóast politikarar vanliga ikki hugsa um seg sum annað enn vanlig fólk, so eiga vit ikki at gloyma, at tað eru menniskju, ið av eini ella aðrari orsøk, uttan at hann skal farin inn í tað, sum í hvussu er ikki skilja millum hesi tingini, og tá kann alt henda.

-Tað, sum Atli Dam var úti fyri, tað kann einhvør í hansara stað koma út fyri ? og við einum meira tragiskum enda. So vit mugu vera varin so ella so.

-Meinar tú harvið, at føroyskir politikarar og serstakliga teir, sum sita við stórari ábyrgd, skulu ikki kenna seg ov tryggar?

-Nei, tað vóni eg, at man kann. Hetta er sjálvandi ikki ein dagligur trupulleiki, men man veit ongantíð, hvat ein persónur, sum er í eini ávísari støðu, kann finna uppá at gera.

Løgmaður heldur tó ikki, at vit skulu fara so langt sum at hava trygdarvaktir og skottryggar vestar.-Har vil eg siga sum Schlüter. Tað vil vera eitt sera stórt afturstig bæði fyri demokratiið og okkara politisku skipan, at tú hevur ein langan veg og eina avskerming millum fólk og politikarar. Tað er ein vinningur í okkara skipan, at tað ikki er so, sigur løgmaður, sum tó váttar, at hetta, sum nú aftur er hent, tó er ein beiskur veruleiki, sum vit onkursvegna mugu fyrihalda okkum til sigur løgmaður og leggur aftrat:

-Tað eigur tó ikki at fáa okkum at gera nakrar broytingar, men tað skerst ikki burtur, at man hugsar sítt. Eg haldi eisini, at vit sum politikarar spæla upp til nøkur av hesum tingunum, tá vit eitt nú í orðaskifti og okkara millum høgga alt ov kraftiga, soleiðis at fólk, sum ikki hava innlit í tað, væl kunnu misskilja nøkur ting og handla hareftir.

Løgmaður heldur tí, at tað vit kunnu læra frá hendingini í Svøríki, er, at vit royna at halda orðaskiftið á einum rímuligum og sakligum støði.

-Meinar tú harvið, at vit fara oftani út um tað markið?

-Tað skal eg ikki siga. Men man skal hava tað í bakhøvdinum, at tað kunnu standast avleiðingar av hesum og hasum. Eg veit ikki hvat bakgrundin er, men er tað í tí termologiini í Atla´sa føri á sinni, so eri vísur í, at ein ógvuslig debat væl kann útloysa eina slíka støðu.

Anfinnur Kallberg hevur verið løgmaður í seks ár. Orðaskiftið hevur til tíðir verið rættiliga hart í hesum tíðarskeiðnum og spurdu vit løgmann, um hann nakrantíð hevur kent seg hóttan í so máta?

-Nei, tað kann eg als ikki siga. Tíbetri.

-Kann tað hava nakað við tað at gera, at tú hevur eina medferð og sinnalag, sum meira er afturhaldandi og ikki áleypandi?

-Tað veit eg ikki. Men eg havi følt, at eisini fólk, sum ikki eru politisk samd við mær, hava bara verið siðilig móti mær.

Løgmaður heldur, at vit eiga ikki at yvirdramatisera tingini. Men vit skulu vanda okkum eitt sindur um, soleiðis at vit ikki sjálvi eru við til at koma okkum út í eina ringa støðu. Eru fólk, sum hava sálarligar trupulleikar av einumhvørjum slag, so kann ein ógvuslig debat ella politisk uppgerð, væl saktans útloysa eina reaktión hjá slíkum fólki, sum er sera óheppin. Og tað kunnu vit sum politikarar so í øllum førum royna at medvirka til at fyribyrgja.

-Demokrati og orðaskifti eru góð. Men vit mugu tryggja, at tey eru á rætta sporinum.