– Vit mugu læra at siga F*** tað!

– So friðsælar og góðar Føroyar eru og síggja út, líka óroligar kunnu tær vera fyri meg, sigur listakvinnan Gvøðny Maria Áarstein, sum í løtuni ferð við eina røð, ið eitur Alienated, har hon ger upp við seg sjálva, sína fortíð og sítt forhold til Føroya.

– Nú eri í ferð við eina røð, ið eitur Alienated, ið er ein persónlig ferð fyri meg, har eg geri upp við meg sjálva, mína fortíð og mítt forhold til Føroya.

 

Gvøðny greiðir nærri frá hesum, og leggur dent á yvirskipaða evnið í hesum listaliga tíðarskeiðinum, ið hon er í ferð við, og at Alienated røðin snýr seg m.a. um, at man í grundini kann merkja seg fremmandan í annars vanligum umstøðum:

 

– Nógv liggur í at vera føroyingur, sum eg møti í mær sjálvari og øðrum, og av tí eg havi búð niðri so leingi, eri eg onkursvegna hálv bæði í Føroyum og í Danmark.

 

– At seta eitt rúmdarfar á eina føroyska oyggj sipar sostatt til okkurt ókent og ónatúrligt – hvat hoyrir heima hvar - tað lýsir tað, vit ikki kenna til, okkurt fremmant, sigur Gvøðny.

 

– Verkini kunnu minna um, hvussu man kann uppfata Føroyar uttanifrá: sætt eitt sindur burturfrá er alt so lekkurt og nossligt, men við nærri gransking, er brádliga eitt lítið rúmdara-embryo – tað kann verða eitt sindur ólekkurt og óvæntað.

 

– So friðsælar og góðar Føroyar eru og síggja út, líka óroligar kunnu tær vera fyri meg. Eg elski at vera í Føroyum, men eg má vera har upp á ein máta, ið samsvarar við meg, sigur hon.

 

Les longri samrøðu við Gvøðny í Sosialinum, sum er í sølubúðunum kring alt landið.