Vit mugu møguliga læna pengar

Nýggi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Bárður Nielsen, væntar hall á fíggjarlógini komandi 2-3 árini. Skil skal fáast á búskaparstýringina, men kortini kann lántøka fyri fíggjarlógarhallið koma upp á tal, sigur ungi vestmenningurin

Hann er ímillum nýggjastu stjørnuskotini í føroyskum politikki. Hann dylir ikki fyri, at nýggja starvið hjá sær er ein ómetaliga spennandi og avbjóðandi uppgáva. Hansara seiga lyndi boðar frá, at hann er vestmenningur við stóra V. Í nógv ár vardi hann málið hjá VÍF og vann seg fram millum fremstu málmenninar í landinum.
Goggan er nú skift út við slipsið og komandi árini verður hansara arbeiðspláss í stásiliga Albert Hall- bygninginum á Argjum. Hann er bert 31 ár, men kortini kennir hann seg rættiliga tryggan við at sita fyri helst tyngsta málsøkinum í landsstýrinum.
Høvuðspersónurin sjálvur væntar ikki, at ungi aldurin verður nøkur forðing í nýggja arbeiðinum-heldur tvørturímóti, tí hann er fullur av hugskotum og áræði.
Vit tosa um Bárð á Steig Nielsen, sum komandi árini hevur fingið ta truplu uppgávu at sita fyri fíggjarmálum í nýggju ABC-samgonguni.

Verri enn væntað
Seinastu vikurnar er komið undan kavi, at fíggjarliga støðan í Føroyum er væl verri, enn undanfarnu metingarnar hava boðað frá. Nýggjastu metingarnar siga, at um eingin tiltøk verða gjørd, so verða 400 mio. krónur í halli á fíggjarlógini í ár. Hesi tøl eru bygd á reinar framskrivingar frá fíggjarárinum í 2003 og eina nýggja inntøkumeting hjá Fíggjarmálaráðnum.
Nýggi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevði ikki væntað, at fíggjarliga støðan var so døpur, sum metingarnar boða frá.
-Undir samgongusamráðingunum vistu vit, at vit komu til eitt hall á fíggjarlógini. Eg hevði kortini ikki væntað, at støðan var so ring, sum tølini siga nú, sigur Bárður Nielsen.
Ein av fyrstu og mest átrokandi uppgávunum hjá nýggja landsstýrismannum og fyrisiting hansara verður at snikka eina nýggja fíggjarlóg til. Komandi vikurnar fer Bárður Nielsen saman við hinum landsstýrismonnunum at kanna, hvørjir møguleikar verða fyri at fremja sparingar á teimum ymisku málsøkjunum, so hallið á fíggjarlógini verður so lágt sum gjørligt.
-Vit fara millum annað at hyggja at íløgunum, men vit mugu ansa eftir ikki tálma ov nógv, tí tað eru júst íløgurnar, sum halda gongd í búskapinum. Tað er kortini givið, at útreiðslufestin má halda uppat. Málið má vera at stýra útreiðslunum, so skattaborgarin fær optimala nyttu av sínum skattakrónum, greiðir nýggi Fíggjarmálaráðharrin frá.
Bárður Nielsen hevur sagt alment, at eyka skattir á eitt nú grønar keks, sum undanfarna samgonga ætlaði at fremja í verki, koma ikki upp á tal og hesum heldur hann fast við.
Lántøka
Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum stendur skrivað at málið er at fáa javnvág aftur á fíggjarlógina, nú inntøkurnar minka.

Hvussu skal javnvág fáast á fíggjarlógina við núverandi halli á 400 mio?

Í prinsippinum ræður tað ikki um at hava javnvág á fíggjarlógini á hvørjum ári. Tað týdingarmesta er, at vit hava eina ávísa javnvág yvir fleiri ár. Sjálvur vænti eg, at vit fáa undirskot á fíggjarlógini komandi 2-3 árini. Skal gongdin vendast, er alt avgerandi, at fiskaprísirnir fara upp aftur, tí annars verður tað torført, sigur Bárður Nielsen.
Spurdur, hvussu hallið á fíggjarlógini komandi árini skal fíggjast, svarar Fíggjarmálaráðharrin, at nakað av peningi er í Landsbankanum at taka av. Í dag eru um 1,8 mia. í Landsbankanum.
Tað er eitt lógarfest krav um, at Landsbankin í minsta lagi skal hava 1,5 mia. á bók og tí kann komandi samgonga ikki loyva sær at taka meir enn góðar 300 mio. krónur úr Landsbankanum. Hesum er Bárður Nielsen fullgreiður yvir og hann útihýsir tí ikki eini lántøku fyri at fíggja møguliga hallið á fíggjarlógini komandi árini.
-Tað verður møguliga longu neyðugt í 2005 at útskriva lánsbrøv, sigur hann.

Hartaður
Tjóðveldisflokkurin hevur longu hartað nýggja landsstýrismannin við fíggjarmálum fyri at gjara út og sleppa avgjørdu búskaparstýringini. Serliga hevur Tjóðveldisflokkurin fýlst á, at Bárður Nielsen hevur boðað frá, at hann ikki hevur ætlanir um at fremja tiltøk fyri varðveita javnvágina á fíggjarlógini. Hesum atfinningum er Bárður Nielsen ikki samdur í.
-Fyri tað fyrsta, havi eg aldrin sagt, at eg bara fór at lata standa til. Undanfarna samgonga gjørdi nakrar grovar undirbudgetteringar. Fleiri metingar vóru ikki reellar. Grovasta dømið er serviðgerðir uttanlands. 71 mio. vóru settar av í 2003, men 90 mio. vórðu nýttar. Kortini setir mann bara 67 mio. krónur av í fíggjarlógini 2004 og tað hongur snøgt sagt ikki saman, sigur hann
Nýggi Fíggjarmálaráðharrin sigur ein hin fremsta uppgávan í samband fíggjarlógararbeiðið hjá nýggju samgonguni er at fáa eitt reelt grundarlag at gera metingar eftir, sum hann málber seg.

Veruligan skattalætta
Nýggja ABC-samgongan hevði ikki sitið meir enn eitt gott døgn, áðrenn fyrstu trupulleikarnir stungu seg upp. Fjølmiðlarnar kannaðu nýggju skattaskipanina hjá samgonguni og komu fram til, at lægstu lønirnar fingu minst burturúr nýggju skattaskipanini.
Í samgonguskjalinum er nýggja skattaskipanin knýtt at nýggjari eftirlønarskipan. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin ynsktu ein skattalætta, meðan Javnaðarflokkurin tvíhelt um eina betri samhaldsfasta eftirlønarskipan. Úrslitið varð, at skattaskipanin og eftirlønarskipanin vórðu koyrd í sama pott.
Bárður Nielsen sigur, at grundarlagið fyri nýggju skattaskipanini er, at borgarin skal veruliga merkja, at skattabyrðurnar gerast lættari.
-Undafarna samgonga framdi skattalættar fyri 300-400 mio, men kortini er skattatrýstið hækkað við 3 %. Fyri at fólk veruliga skulu merkja til skattalættan, er neyðugt við at broyta til eina meir proportionella skattaskipan, so fólk veruliga fáa ein skattalætta, sigur nýggi landsstýrismaðurin.

Andsøgn
Formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson, vísti í vikuni á í Dimmalætting, at ein skattalætti kostar altíð meir, enn hann gevur landskassanum í inntøkum. Tað kann tí tykjast váðið hjá nýggju samgonguni at fremja ein skattalætta, tá føroyski búskapurin eftir øllum at døma viknar komandi árini. Hesum er Bárður Nielsen kortini ikki heilt samdur í.
Hann grundgevir fyri, at skattalættin stendur ikki einsamallur, men at hann er tætt knýttur at vinnupolitikkinum hjá samgonguni. Fíggjarmálaráðharrin sigur, at samgongan hevur sett sær fyri, at hava ein vinnupolitikk, sum í størri mun skal skapa eitt fjølbroytt og dynamiskt vinnulív.
-Við at skapa góðar karmar fyri vinnulívið fáa vit økt virksemi. Er størri virksemi, verður størri eftirspurningur eftir arbeiðsmegi. Fáa fólk ein skattalætta verður hugurin at arbeiða størri. Skattalættin fer at fáa fleiri fólk at arbeiða fulla tíð og møguliga taka nakrar eyka tímar av og á og harvið økir tú um útboðið av arbeiðsmegi, sigur Bárður Nielsen.
Hann er fullvísur í, at skattalættin kann fáa avgerandi týdning fyri at fáa vinnuhjólini at mala skjótari aftur.
?Fáa vit vinnuhjólini at mala skjótari og fiskaprísir upp aftur, so fáa vit vent gongdini, sigur hann.

Skattafrádráttir varðveittir
Í verandi skattaskipan eru fleiri vinnubólkar, sum hava serligar skipanir. Búskaparfrøðin plagar at tosa fyri, at alt eigur vinnulívið at virka undir somu skipan. Í dag hava fiskimenn í Føroyum ein serliga skattalætta, sum vanligi borgarin ikki hevur. Eisini hava ávísir vinnubólkar avgjørd, meðan aðrir ikki.
Spurdur, um føroyingar kunnu vænta, at Bárður Nielsen komandi árini fer at virka fyri at øll vinnan kemur at verða skatta eins, svarar hann, at í prinsippinum er tað altíð gott, at øll standa eins, men hann hevur ilt við at ímynda sær, at einstakar vinnur ikki fáa undantøk.
-Alivinnan hevur ført fram, at hon ynskir eina skattaskipan, har tað verður møguligt at framskriva hall i tíggju ár. Hetta hugskot haldi eg vera skilagott og átti at verið at umhugsað fyri alla vinnuna, greiðir landsstýrismaðurin frá.
Undir valstríðnum varð skattalættin hjá fiskimonnum javnan havdur á lofti. Eingin flokkur tordi at røra serligu skattaskipanina hjá fiskimonnunum og nýggi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur heldur ongar ætlanir um at avtaka skipanina.
-Nú skattalættin er komin, verður tað torført at sleppa av við hann. Vit kunnu altíð diskutera, hvussu rætt tað er, at teir hava ein serliga skipan, men tað verður torført at avtaka skipanina aftur, sigur Bárður Nielsen at enda.

Navn: Bárður á Steig Nielsen
Føddur: 16/4-1972
Giftur: Rakul Nielsen, fødd Lamhauge
Útbúgving: Granskoðari
Børn: Súna, Bjørg, Djóni
Starvsroyndir: Rasmussen & Weihe 1993-2001, Kollafjord Pelagic 2001-2004
Politisk søga: Stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsval í 1998. Fyrstu ferð valdur í 2002. Landsstýrismaður við fíggjarmálum 2004-