- Vit mugu tora at fiska

Eyðstein Poulsen, sum er ein av eigarunum av Ågot í Klaksvík, ger í lesarabrævi til miðlarnar viðmerkingar til, hvussu Føroyar eiga at skipa sína fiskivinnu í framtíðini. Í lesarabrævinum ger hann eisini sínar metingar um, hvussu hann heldur, at skipað eigur at verða fyri á føroyska landgrunninum.

Skiparin heldur, at neyðugt er við grundleggjandi hugburðsbroyting, tá ræður um burðardygga fiskiveiði. Hann vísir á, at veiðiorkan á landgrunninum í dag er á søguliga lágum støði.

- Flotin fiskar ikki á leiðum, ið roknistykkið hjá serfrøðini brúkar í sínum tilmæli. Hetta má og skal broytast. Politikkurin eigur at leggja seg eftir at gera grundleggjandi broytingar viðvíkjandi, hvussu vit ynskja at rokna veiðiorkuna út. Tað má og skal geva meining fyri tann, ið tað rakar. Frøðin skal tillaga síni tilmæli til fiskidagaskipanina, friðaðu økini runt grunnin mugu eftirmetast, og ávirkanin av hesum má staðfestast.

Eyðstein Poulsen heldur eisini, at markið fyri Ytru Leið má takast upp til kjak og broytast. Fiskidagar á djúpum vatni eiga ikki, sum nú, at verða brúktir í einum toskaroknistykki, sum hann tekur til.

- Soleiðis sum vit fiska nú, er einki, sum týðir uppá, at vit fiska annað enn burðardygt. Tað eru tillagingar í roknistykkinum, ið skulu prógva hetta, og somuleiðis skulu vit leggja langtíðarætlanir um, hvussu vit tillaga okkum, tá náttúruumstøður broyta tilfeingið í sjónum. Vit skulu tora at fiska. Vit skulu gera eina skipan, ið gevur heimaflotanum góðar umstøður at broyta sítt mynstur eftir náttúrunnar leiki.

Eyðstein Poulsen heldur, at bert við at taka atlit til heildina á landgrunninum kunnu vit taka avgerðir, ið geva meining fyri tey, ið skulu umsita hesa vinnu.