Vit mugu trúgva upp á tað

Fyri at kunna skipa fyri einum slíkum festivali mugu vit alla tíðina trúgva upp á, at tað letur seg gera. At tað ber til at fáa útlendsku bólkarnar til Føroya í øllum góðum, at fólkið kemur til festivalin og at veðrið heldur sær. Vit mugu byggja upp á tað góða álitið, bæði at tora og vága, sigur Steintór Rasmussen, sum í ár skipar fyri 10. Summarfestivalinum í Klaksvík

Tankin um ein festival í Klaksvík er væl eldri, enn sjálvur Summarfestivalurin.
- Tað var í 2001, tá eg og Eyðun Klakstein tosaðu saman, at hann tá bar upp á mál, at vit áttu at skipa fyri einum festivali í Klaksvík. Tað hendi so ikki tá, men vit skipaðu fyri einari konsert í høllini á Hálsi hetta árið við millum øðrum brøðrunum Olsen, sigur Steintór Rasmussen, sum hevur verið við øll árini, nú Summarfestivalurin verður fyri 10. ferð.
Upprunaligi tankin var, at halda festivalin úti í Grøv, men hetta vísti seg at gerast ov trupult, eisini tí yvirfriðingarnevndin kom upp í leikin.
- Í 2002 var G! festivalurin so á fyrsta sinni og longu árið eftir hevði hann vaksi seg stóran. Vit tóku so tráðin upp aftur, og vit fingu ávíst eitt økið í miðbýnum, sum vit í fyrsta umfari ikki vóru heilt álvuligir við. Men so við og við búnaðist tankin, men hann varð kortini ikki førdur út í lívið fyrr enn í 2004, sigur Steintór Rasmussen.
Hann er í grundini glaður um, at teir tóku sær tíð at fyriskipa fyrsta Summarfestivalinum.
- Vit fingu dýrdarveður fleiri dagar undan festivalinum og nógvar dagar eftir eisini, so fyrsti festivalurin stendur ógvuliga sterkur í mininum hjá nógvum fólkum, sigur Steintór Rasmussen.
Í dýrdarveðrinum fingu fólk so eina ørvísi summar uppliving.
- Vit fingu so Ken Hensley og Boney M við umframt fleiri føroyskar bólkar, sigur Steintór Rasmussen.

Stór nøvn
Tað varð nógv tosað um, hvussu festivalurin skuldi eita, og tað endaði so við heitinum, Summarfestivalurin.
- Tað var so eitt heiti, ið eg sjálvur kom við. Vit vóru tilvitaðir um, at tað ikki skuldi minna um G! festivalin, og Norðoyafestivalurin var uppi og vendi eisini. Men tað endaði við Summarfestivalinum, og tað er eitt navn, sum riggar væl, og sum hevur borið okkum gjøgnum nógv, sigur Steintór Rasmussen.
Hann minnist væl aftur á teir níggju Summarfestivalarnar, ið higartil hava verið.
- Eg havi rimiliga gott minni, og minnist tær løtur, tá vit óttaðust fyri, at flogfarið ikki fekk lent, ella festivalin í 2007, tá alt mundi farið á flog. Men kortini er tað samlaða myndin av fólki, sum hugna sær og syngja við, ið stendur eftir í minninum. Hetta er føroysk mentan, hetta er samanhald og hetta flytir mørk, sigur Steintór Rasmussen.
Dramatikkur og romantikkur fylla nógv, og tað vóru nógv fólk longu til tann fyrsta festivalin.
- Tað var fyri okkum ein stór løta, tá Brian McFadden fór á pallin, tí tá føldu vit, at vit høvdu fingið rættiliga heimsstjørnu við rímiliga góðum dagsformi til Føroya, sigur Steintór Rasmussen.
Í 2006 eydnaðist at fáa eitt enn størri navn at spæla á Summarfestivalinum.
- Tað var nakað, ið eg brendi rættiliga nógv fyri saman við Erik Biskopstøð, at fáa Rodger Hodgson, sangaran í Supertramp, til Føroya. Ein positivur og vælmeinandi maður, sum var á veg við einari rúgvu av sangum, men tá vórðu vit raktir av ringum floglíkindum við mjørka, so tað gjørdist eitt sindur trupult at fáa nøvnini heim, sigur Steintór Rasmussen.
Tað eydnaðist kortini at fáa bólkarnar til Føroya.
- Tað gjørdist næstan ein spirituell løta, tá Rodger Hodgson fór á pallin út móti morgni sunnumorgunin, har hann sang sangir sum Logical Song, Give a Little Bit og Breakfast in America. Tyrlan mátti flúgva hann til Klaksvíkar, men tað var alt tað vert.
- Tað var ein fantastisk løta, staðfestir Steintór Rasmussen.

Westlife á pall
So kom árið 2007, tá alt mundi farið á flog.
- Tað var tá, at Scorpions settu dagsskránna. Tað byrjaði væl við góðum veðri hóskvøldið, men so regnaði meginpartin av fríggjadegnum til tað einaferð sleit í, og tá fingu vit eina av bestu konsertunum, vit nakrantíð hava havt við Scorpions. Og fólk tosa enn um ta konsertina, sigur Steintór Rasmussen.
Dagin eftir regnaði tað og so bleiv tað illveður og so stormur og at enda ódnarveður.
- Tað kundi verið hend ein vanlukka, tí eingin væntaði, at tað fór at gerast so ringt veður. Tað var ein løgin kensla, tí alt kundi verið farið um koll, og tað var eisini eitt sindur ringt at fóta sær eftir tann festivalin. Men eg haldi, at vit rímiliga tíðliga fótaðu okkum aftur og staðfestu, at hatta vóru kreftir, sum vit ikki rættiliga kundu stýra, sigur Steintór Rasmussen.
Teir royndu so at koma fyri seg aftur í 2008, hóast veðrið heldur ikki var ov gott tá.
- 2009 og 2010 vóru betri, og serliga 2010 stendur klárt í minninum tá Westlife spældu, og tað var ein stórur og flottur festivalur, har alt riggaði, sum tað skuldi, sigur Steintór Rasmussen.
Teir høvdu hendan írska superbólkin, sum skuldi á pallin.
- Undirtøkan var heilt góð og nógv fólk, men tað var eitt sindur av spenningi í, tí teir komu ikki til Føroya fyrr enn fáar tímar undan framførsluni. Men tað var fínt, teir kláraðu tað til tíðina og høvdu eina super framførslu, og alt gekk sera friðarliga fyri seg, so politiið hevði einki at gera alt vikuskiftið, sigur Steintór Rasmussen.

Robin Gibb størst men...
Nú Summarfestivalurin verður fyri 10. ferð, ber til at líta aftur á teir, sum hava verið framman undan.
- Tað er sjálvandi eitt sindur ilt at siga, hvørji størstu nøvnini hava verið, sum vit hava fingið heim til Summarfestivalin. Hvørjum skal tú meta upp ímóti, hvør er best umtóktur, ella hvør er dýrastur. Men Ronan Keating, sum verður við hesaferð, er samlað sæð helst størsta navnið nakrantíð, sigur Steintór Rasmussen.
Hann er bæði ungur, aktuellur og vældámdur.
- Hasi trý tingini samanlagt eru rættiliga fasinerandi fyri nógv fólk. At hava eina unga rockstjørnu á Vágsbøi, sum bæði skrivar sangir sjálvur og spælir nógv ljóðføri og dansar og upptraðkar, tað verður spennandi, og tað hava nógv fólk stóra virðing fyri, sigur Steintór Rasmussen.
Annars hava verið nógvir bólkar, ið hava selt fleiri milliónir fløgur.
- Westlife er sjálvandi ein. Tað er eitt heimsnavn, sum øll hava virðing fyri, og tað er Scorpions eisini, og tað sama kann sigast um Ronan Keating. So høvdu vit eisini Robin Gibb frá Bee Gees í Føroyum í 2009, og har má tú siga, at talan var um eina legendu, sum var við í størsta poppbólki gjøgnum heimssøguna. Teir vóru frammi í 60-unum og 70-unum og aftur í 90-unum, ein lívsleið, sum hevur rokkið um eina hálva øld, sigur Steintór Rasmussen.
Talan var kanska ikki um ta størstu konsertina, men bara tað, at hann var á Vágsbø var nakað stórt.

Lyftir føroyskan tónleik
Tað er ein maður, ið Steintór heldur serliga nógv av.
- Og so er tað mín persónligi favorittur, Rodger Hodgson, ið syngur sum ein eingil, og eisini valdi at donera ein stóran part av lønini til vælgerandi endamál, sigur Steintór Rasmussen.
Hann heldur, at talan er um eina góða blanding av solistum og bólkum og genrum.
- Í ár er tað so Kim Larsen, ið stendur fyri tí norðurlendska ískoytinum, og slær ein sjeytumma seym í Summarfestivalin. Hann hevur sjálvandi verið í Føroyum áður, men nú verður hann so við á Summarfestivalinum, og tað verður nakað heilt annað, sigur Steintór Rasmussen.
Men tað ræður sanniliga um ikki at gloyma føroysku bólkarnar og einstaklingarnar.
- Og eg meini ikki bara við Summarfestivalin, men eisini G! festivalin og onnur stór tiltøk, sum hava verið í Føroyum, sum hava verið við til at lyft føroyskan tónleik upp og givið teimum ein fantastiskan pall, sigur Steintór Rasmussen.
Hetta setur eisini krøv til tónleikararnar.
- Talan er um ein góðan pall og gott ljóð, so tað setur eisini krøv til tónleikararnar sjálvar. Nú spæla vit á Summrfestivalinum, og so skal tað eisini ljóða væl, og tað hækkar støðið alla tíðina, sigur Steintór Rasmussen.

Nøgdsemi størsta avbjóðingin
Men tað er ikki bara sum at siga tað, at skipa fyri einum so stórum tiltaki.
- Tað krevur nógva orku. Fólk síggja bara tað eyðsýnda so sum pallarnar og bólkarnar, og nær hvørt tiltakið byrjar. Lykilin til ein góðan festival eru allir teir túsund smálutirnir, ið ikki eru so eyðsýndir, men kortini eru neyðugir fyri at fáa ein góðan festival, sigur Steintór Rasmussen.
Alt samstarvið við myndugleikarnar, øll fólkini á festivaløkinum, tey, sum hjálpa til onkusvegna.
- At gera alt klárt til øll tey, ið skulu vitja festivalin, og her hugsi eg um barnaland, tjaldingarpláss og pláss til húsvognar. At mýkja støðuna, so tað verður liviligt, stuttligt og spennandi at vera á økinum, uttan at tað gongur út yvir trygdina. At duga at visualisera festivaløkið og síggja nøgdsemið millum fólk, tað er kanska størsta avbjóðingin, sigur Steintór Rasmussen.
Tað ræður um alla tíðina at hugsa nýggjar tankar.
- Hjá summum er tað upplagt at koma á Summarfestival, tí tey hava familju í Klaksvík, ella kunnu koyra ímillum. Og so er tað tey, ið eru tíðliga á veg og bíleggja eitt hotellkamar ella koma við húsvognum. Tí ræður tað um alla tíðina at vera rúmligur, bæði í orðsligari meining og í yvirførdum týdningi, sigur Steintór Rasmussen.
Hann vísir á, at eitt dømi er at lata skúlarnar upp, so fólk kunnu koma har at búgva, ella at skipa fyri nøktandi plássi til húsvognarnar.
- Og eisini at finna upp á okkurt til børn, so tey kunnu hugna sær eitt langt vikuskifti, og tað krevur kanska, at vit leggja bæði orku og tímar í verkið fyri at fáa tað at bera til, sigur Steintór Rasmussen.
Eitt av nýggju tiltøkunum, sum hann er rættiliga spentur upp á, at eitt tjaldingarøki til ungdómin.
- Tað hava altíð verið nógv ung á Summarfestivalinum, men tey hava líkasum ikki havt nakrastaðni at verið, so nú hava vit skipa eitt tjaldingarstað til tey. Vit hava roynt at skipa tað heilt niður í minsta smálut, so tað verður spennandi at vita, hvussu tað fer at rigga, sigur Steintór Rasmussen.

Góð trygdarætlan
Hann heldur at tað er eingin orsøk at stúra fyri, at starvsfólkini ikki fara at klára uppgávuna.
- Tað er heldur hetta, hvussu veðrið fer at vera. Veðrið hevur ikki alt at siga, men tað hevur kortini rættiliga nógv at siga. Men vit kundu jú framman undan sagt, at vit ikki tordu at skipa fyri einum festivali, tí vit ikki vistu, hvussu veðrið fór at verða, og vit hava eisini fingið onkran lúsing á tann hátt. Men har er einki val, vit eru noyddir at trúgva upp á, at so ella so skal tað bera til, sigur Steintór Rasmussen.
Men teir mugu eisini gera seg klárar at hýsa fólki, um tað skuldi borið so á, at veðrið ikki verður so gott.
- Tí ræður tað um at ankra alt sera væl, men eisini hava stóran bygningar opnar til fólk at koma inn í, og so annars hava eina góða trygdarætlan saman við politinum, brandmonnum og vaktarfólkum, sigur Steintór Rasmussen.
Talan er um eina rúgvu av fólki, sum er á ferð.
- Vit kunnu ikki ansa eftir hvussu skjótt fólk koyra, tá tey fara í bilarnar, ella hava eftirlit við, hvussu tey sigla, men soleiðis er tað, tá fólk fara til størri tiltøk, eitt nú ólavsøku. Og tí mugu vit hava tað álit á hvørjum øðrum, at vit ansa væl eftir okkum sjálvum, sigur Steintór Rasmussen.
Tað eru partar, sum fyriskipararnir ikki kunnu hava eftirlit við.
- Men banka upp undir borðið. Teir festivalar, sum vit hava skipað fyri og aðrir við, hava víst seg at spæla væl av, sigur Steintór Rasmussen sum eisini vónar, at Summarfestivalurin 2013 fer at spæla væl av.