- Børnini í dag vaksa upp við, at alt er nógv skjótari, og at mann er on 24 tímar um samdøgrið. Hesi børnini koma at seta krav um, at um tey vilja hava eina pitsu, so skulu tey hava hana beint nú. Tey kunnu heldur ikki finna uppá at bíða eftir einum filmi á sjónvarpsskránni. Tað konseptið eksisterar ikki í teirra verð.
Hetta sigur stjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen.
Tøkniliga menningin gongur við rúkandi ferð, og í 2020 verður alt sambundið, tá tosað verður um gerandisdagin, vørur og tænastur yvirhøvur, væntar Jan Ziskasen.
- Longu í 2020 fer ein fløska at følast øgiliga ein-dimensionell, um hon ikki kann knýtast til internetið. Onkur fer helst at siga: “Hetta produktið er ikki serliga áhugavert; eg kann bara drekka tað. Kann eg einki annað gera við tað?”, sigur hann.
Hann hevur nógvar væntanir til framtíðina, tí framtíðin er nógv nærri, enn vit halda. Hann væntar m.a. fleiri ferðafólk og stóran fólkavøkstur, sum m.a. fer at seta enn størri trýst á íbúðarneyðina.
- Øll hesi viðurskiftini verður mann noyddur at hugsa ígjøgnum fyri at kunna møta framtíðini, sum kemur við sera nógvari ferð ímóti eftir okkum, sigur Jan Ziskasen og mælir fyritøkum, einstaklingum og tí almenna at fyrihalda seg til hetta.
Blaðið Vinnan er komið út við Vikuskiftis-Sosialinum um alt landið, har tú kanst lesa meira um, hvat Jan Ziskasen væntar av framtíðini.