Vit noyðast at fylgja reglunum

Tað var eingin trupulleiki við fiskiloyvinum til Sunbeam fyrr ennn eigararnir skiftu meining, og vildu hava Sancy úr flotanum heldur enn Roc Amadour. Men Sancy hevur ov lítla veiðiorku, og tí kann fiskiloyvi ikki flytast, sigur B jørn Kalsø, fiskimálaráðharri

- Vit verða noydd til at viðgera allar umsóknir eins. Og tá veiðiorkan á einum nýggjum skipi er størri enn á tí gamla, loyvir lógin stutt sagt ikki eini flyting av fiskiloyvinum. So einfalt er tað.

Bjørn Kalsø kennir væl til hetta dømi við Sancy og Sunbeam, men hann vísir á, at eigararnir upprunaliga søktu um og fingu loyvi til at skifta Roc Amadour út við Sunbeam.

- Í tí førinum var eingin trupulleii, tí har var avlops veiðiorka. Trupulleikin uppstóð, tá eigararnir skiftu meining og heldur vildu skifta Sancy út við Sunbeam, sigur Bjørn Kalsø.

Hans í Líðini vísti í blaðnum fyrr í vikuni á, at munurin á samanløgdu veiðiorkuni hjá Sancy og Topas og so nýggja skipið Sunbeam var bert 4,5%. Men hettta er ein útrokning, sum er »best case scenario«. Tí í hesi útrokningini verður roknað við gomlu Sancy, sum hevði 300 hesta størri maskinu enn nýggja Sancy, og hartil verður roknað við plomberaðu maskinorkuni á Sunbeam.

Til tað fyrra hevur Bjørn Kalsø ongar viðmerkingar, men til plomberaðu maskinorkuna sigur fiskimálaráðharrin, at plomberaðir motorar verða ikki góðtiknir. Og tí verður uppruna maskinorkan nýtt í útrokningargrundarlagnum.

 

Tillagingar neyðugar

Hinvegin er fiskimálaráðharrin ikki avvísandi, tá tað kemur til at gera tillagingar í lógini um vinnuligan fiskiskap.

- Reglurnar eru sera greiðar at fylgja. Um tær eisini eru nóg góðar, er so ein annar spurningur, sigur Bjørn Kalsø.

Hann er væl vitandi um, at stór menning alla tíðina er innan so at siga øll øki innan skip og veiðitól. Og tí er heldur ikki vist, at útrokningarhátturin í dag er hin rætti.

- Gear, skrúvutoy og dysur eru í støðugari menning, og tí er tað rætt, at tað ikki neyðturviliga er maskinorkan, ið er avgerandi fyri veiðiorkuna. Tí royna vit eisini alla tíðina at hava eyguni við menningini innan økið, sigur Bjørn Kalsø.

Fiskimálaráðharrin metir tí, at tað verður neyðugt við ávísum tillagingum, men hinvegin mugu hesar fremjast við atliti at teimum avleiðingum, ið kunnu standast av.

Men viðvíkjandi konkreta málinum um Sunbeam sigur Bjørn Kalsø, at tað ikki ber Fiskimálaráðnum til at ganga umsóknini á møti, sum hon fyriliggur í løtuni.