Heðin Mortensen,
borgarstjóri
Tá eg setti meg í borgarstjórasessin, lovaði Beate, uttan tó at svørja tað, at hon skuldi brúka Dimmalætting og alt annað, hon fann, ímóti mær, og tað hevur hon sanniliga eisini roynt.
Tað er væl kent millum býráðspolitikarar, at politiska visiónin hjá Beatu er so nær null, sum hon kann koma. Setningurin er at leita eftir stavivillum og annars seta rumbul í.
Beate válkar sær í miseydnaða keypinum av roykivirkinum í Álakeri, sum hon var ímóti við teirri grundgeving, at hon vildi ikki forða vinnuni.
Eg kann enn einaferð vísa á, at har hevur einki vinnuligt virksemi verið í áravís. Roykivirkið liggur umgirt av kasseraðum maskinum, og hin virkisbygningurin á økinum, har Vónin var, verður í dag brúktur til fimleik. Altso einki vinnuligt virksemi í Álakeri.
Við atliti at tí frítíðarvirksemi, har er og verður, til dømis nýggja smábátahavnin við umleið 150 bátaplássum, er eisini neyðugt við hølum á landi. Men hesum breggjar Beate sær av at hava verið við til at steðga.
Sjálvandi havi eg tað ikki gott við, at Beate og onnur vilja kvala frítíðarvirksemi og trivna í býnum.
Skeiva Pakkhús er ein perla, sum fellur væl inn í umhvørvið, har tað stendur. Og at eingin ætlan er fyri, hvat tað kann brúkast til, er ikki satt. Í almennu skránni fyri býráðsfundin stendur millum annað soleiðis um Skeiva Pakkhús:
»Framtíðar nýtsla av hesum bygningi kundu verið nógv ymist. Hugsa vit um staðið, so eigur Skeiva-pakkhús framvegis at hava tilknýti til Høgukai og sjógvin. Í hesum sambandi eigur at verða arbeitt fram ímóti, at Skeiva-pakkhús og flótandi savnið við sluppum og øðrum søguligum bátum og skipum verða eitt arbeiðandi savn, har okkara mentanararvur sum sjóvinnutjóð við tí yrki og vitan, ið har liggur, verður høvuðsinnihaldið.«
Verður hugsað um virksemið í framtíðini, har Skeiva Pakkhús er partur, verða møguleikar at varðveita umhvørvið sum eina mentanarliga samanhangandi eind. Eitt hugnaligt stað, har børn, ung og gomul hava eitt friðskjól mitt í býnum.
Fjølbroyttu tiltøkini, sum hava verið í Müllers Pakkhúsi, hava prógvað, at tørvur er á einum húsi sum hesum. Afturmeldingin frá gestum og fyriskiparum í býnum hava altíð verið jalig, og stórur gravgangur er eftir at sleppa at nýta húsið.
Fyri ferðavinnuna, handilslívið, mentanarlívið, savnsvirksemið, ráðstevnur, oljuvinnuna o.a. virksemi hevur tað stóran týdning, at kommunan er aktivur partur í arbeiðinum, at skapa góðar karmar sum mentanarbýur.”
Beate sigur seg vita, at fólk eru í øðini um, at kommunan ætlar at keypa Skeiva Pakkhús. Men eg kann siga bæði Beate og øðrum, at enn fleiri fólk verða í øðini, um kommunan letur slíkt høvi gleppa sær av hondum.
Hygg bara at Müllers Pakkhúsi. Eitt talandi dømi um, hvussu slík mál kunnu enda. Hetta hús, sum mundi verðið javnað við jørðina, men sum eingin í dag vil vera fyri uttan. Tað siga tey óteljandi tiltøk, sum eru í húsinum, alt um. Ella umhvørvið Úti á Reyni, sum eisini mundi verðið javnað við jørðina. Hesin aldargamli býurin, sum havnarfólk í dag eru so errin av og so fegin vísa fram.
Hetta økið við Vestaru vág er ikki minni vert enn Reyn, og tað hava vit skyldu at varðveita og fara væl um.
Góða Beate. Her endar okkara persónliga samskiftið á hesum støði. Eg fari ikki í famtíðini alment at svara persónligum brøvum, tú sendir mær gjøgnum fjølmiðlarnar.