Vit raðfesta allar borgarar eins

   

Kristin Michelsen, Borgarstjóri, Tvøroyri
??????????

Viðmerkingar til grein hjá Jón Guttesen, Tvøroyri, við yvirskriftini " Tíðin er komin at røkja smábygdirnar ".
Fyrst vil eg takka fyri, at tú við húski ert fluttur til Tvøroyri ella rættari Suðuroy. Sum borgarstjóri vil eg geva tær rætt í, at øll sóknin skal raðfestast eins, men vil ikki geva tær rætt í nógvum av tí, tú førir fram í grein tíni.
Tað er rætt, at borg-arnir í allari sóknini eru felags um byrðarnar, men eg kann upplýsa tær Jón Guttesen, at sitandi býráð hevur raðfest borgarnir, ið tú nevnur »smábygdir«, eins og aðrar borgarar í sóknini.
Tú kemur inn á ávís mál, harímillum skúlabarnaflutning. Eg kann upplýsa tær Jón Guttesen, at fyri einum ári síðan gjørdi Tvøroyrar Býráð avtalu við eitt felag um skúlabarnaflutning, við tað at ónøgd var frá fleiri avvarðandi pørtum um skúlabarnaflutningin í sóknini. Hettar royndarár eru nú farið afturum, og býráðsins vitandi eru allir partar sera væl nøgdir við hesari loysnina við skúlabarnaflutninginum. So her ert tú ikki væl inni í málinum, men tú hevur jú búð her í so stutta tíð, so eg beri yvir við tær.
Somuleiðis kemur tú inn á vatnveiting, vegagerð gøtuljós og meir. Viðvíkjandi vatnveiting kann eg upplýsa tær, at tað verður arbeitt miðvíst við hesi ætlan, og er tað ikki lítið av peningi, ið sitandi býráð hevur brúkt til hettar málið, somuleiðis til gøtuljós, og asfalteringar.
Nei Jón Guttesen, Tvøroyrar býráð ætlar als ikki at venda smábygdunum bakið, sum tú skrivar, men sum áður sagt raðfestir allar borgarnar í sóknini eins.