Føroyskir fiskaútflytarar eru samdir um, at flutningsmøguleikarnir til útlendska marknaðin eru versnaðir, síðan Smyril gavst at sigla.
Sagt varð annars í samband við, at Skipafelgið Føroyar yvirtók allan farmaflutningin, at tænastan ikki mátti verða verri ella dýrari, enn hon var.
Men ein útflytari, Regin Jacobsen, á Kassavirkinum á Glyvrum, sigur, at flutningssambandið er versnað, og kostnaður hækkaður eini 10%.
Regin Jacobsen sigur, at betri hevði verið, um tað sigldu fýra bíligari skip, enn sum nú, har tey eru trý, og Pasadena er eitt. Tí greitt er, at Pasadena er dýrt skip.
Regin Jacobsen sigur, at onkur hevur tosað um at stovna nýtt flutningsfelag.
Men sum skilst er hann sjalvur heldur ivasamur, um tað er nøkur loysn. Hann vísir á, at slíkt hevur verið roynt fyrr, og tey úrslitini hava ikki verið nakað at reypa av. Øll tey feløgini eru hildin upp at aftur.
Fleiri fráferðir
Eitt, sum gongur aftur, tá menn tosa um útflutningsmøguleikarnar, er, at tað eru ov fáar ferðir úr Føroyum.
Tá Smyril sigldi, bar til at senda fiskavørur av landinum bæði hósdag og fríggjadag.
Soleiðis var eisini fyrstu tíðina eftir, at Smyril varð seldur.
Men síðan er tað hent, at Skipafelagið Føroyar hevur lagt fríggjadagsfráferðina niður, soleiðis at bert verður siglt úr Føroyum hósdag.
Og tað eru nógvir útflytarar ónøgdir við.
Teir siga, at um siglt varð fríggjadag eisini, vóru nógv betri møguleikar at røkja bæði enska og franska marknaðin.
Nógv skerdir
Bjarni Hansen, virkisleiðari á Føroya Fiskavirking á Tvøroyri, sigur, at har eru teir nógv skerdir, síðan Smyrlarutan varð niðurløgd.
Teir eru nú noyddir at taka skipini inn at landa mikudag og noyðast at hava nógv yvirarbeiði fyri at fáa fiskin kláran til avskipingar hóskvøld. Umframt kemur, at tann nýggjasta vøran, verður minst eitt samdøgur eldri, tá hon verður seld mánamorgun.
Ein annar trupuleiki, sum stendst av hesi rutuni, er, at nú skal fiskurin keypast so tíðliga í vikuni, at torført er at meta um prísin á marknaðinum komandi dagarnar. Og tað kann ávirka báðar vegir. Bæði, at keyparin verður varin, og fiskimaðurin tí fær verri prís. Ella, at keyparin keypir ov dýrt og tískil brennir seg.
Heldur ikki á Føroya Fiskasølu eru teir møgdir við rutuna.
Av feskfiskadeildini verður sagt, at arbeitt verður við at finna eina loysn.
Men sum er, tykist, sum møguleikarnir á bretska marknaðinum eru uppsteðgaðir.
Meðan Smyril sigldi, vaks útflutningurin til Bretlands, tí marknaðurin lagaði seg eftir rutuni. Men tað ber ikki til nú. Og líkt er tí til, at stígur er komin í útflutningin til Bretlands.
Ein annar útflytari, vit hava tosað við, fýlist á, at ikki verður siglt fyrr í viku. Til dømis týsdag.
Hann vísir á, at Eimskip flytir hvørt vikuskifti eini 400 - 500 tons av rundum fiski til Grimsby, har fiskurin fyrst verður seldur, síðan skildur og skorin.
Ikki fyrr enn eftir alla hesa viðgerð fer hann til London, har hann verður seldur brúkaranum.
Hatta eiga vit at klára í Føroyum og so umganga Grimsby heilt, sigur hesin útflytarin.
Tað, sum lægri arbeiðsløn í Grimsby gevur, fingu vit tá aftur í betri prísi fyri nýggjari vøru, um vit kundu avskipa til dømis týsdag.
Vit hava roynt at fáa orð á Árna Joensen, stjóra á Skipafelagnum, men hann var ikki at hitta.