Øll árini, síðani Spastikarafelagið varð stovnað í 1984, hevur tað arbeitt til frama fyri viðurskiftum og møguleikum hjá teim spastisku og rørslutarnaðu í Føroyum. At tað gongur ógvuliga seint at fáa nakað ført út í lívið, ásanna tey í felagnum, men tey fegnast kortini um, at tað loksins er komið á politiska dagsskrá, at rørslutarnað skulu fáa uppvenjingarmøguleikar í Føroyum.
Síðsta leygardag kunnaði nevndin í Spastikarafelagnum, limir sínar um, hvussu tað gongst í málinum at útvega uppvenjing í Føroyum. Eitt sindur av orðadrátti hevur verið um málið í seinastuni. Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum hevur í viðtali í blaðnum sagt, at hon arbeiðir við málinum í stórum álvara og raðfestir tað høgt, meðan Spastikarafelagið í hinum borðinum sigur, at tað gongur óneyðuga seint.
- Vit hava ikki merkt nakað til, at Almanna- og heilsumálastýrið arbeiðir miðvíst við málinum, tí hóast vit hava sent fleiri brøv, hava ikki fingið nakað skrivligt svar uppá nakað. Landsstýriskvinnan sigur, at hon skal kanna, hvussu serkunnleikin innan økið kemur til Føroya, men vit hava givið henni fleiri boð uppá, hvussu hetta kann fara fram. Tað sigur okkum, at hon er ikki nóg væl kunnað um málið, sigur Jóhanna Johannesen, næstforkvinna í Spastikarafelagnum.
Serkunnleiki til Føroya
Fleiri serkøn innan viðgerð og venjing til rørslutarnað, umframt umboð fyri fleiri stovnar, tóku lut á fundinum hjá Spastikafelagnum leygardagin. Hesi eru sambært Jóhonnu Johannesen sera hugað í at fáa góðar og uppbyggjandi venjingar- og viðgerðarmøguleikar til Føroya. Ein serlækni, sum kannar øll rørslutarnað børn í Føroyum, mælir landsstýriskvinnuni til at taka av tilboðnum frá viðgerðardeplinum Move&Walk í Svøríki, ið er sinnað at fara inn í neyvt samstarv við føroyingar, við tí fyri eygað, at serkunnleikin kemur til Føroya.
Ein arbeiðsbólkur, ið er mannaður við fólki úr Almanna- og heilsumálastýrinum, Undirvísingar- og mentamálastýrinum, og MBF, er settur at gera eitt álit um, hvussu viðgerð til rørslutarnað kann setast á stovn í Føroyum. Bólkurin, sum fór av bakkastokki tíðliga í summar, er kortini nústani farin til verka og skal longu verða liðugur við uppgávuna um ein mánað. Tað metir Jóhanna Johannesen er heilt burturvið.
- Tað fer at taka fleiri mánaðir, áðrenn bólkurin er liðugur við arbeiðið, tí tað er so umfatandi, sigur Johanna Johannesen.
Heildarætlan
Orsøkin til, at landsstýriskvinnan hevur valt at bíða við at taka eina avgerð um, hvussu viðgerð til rørslutarnað verður stovnað í Føroyum, er, at hon vil hava eina heildarætlan yvir alt økið, áðrenn farið verður í gongd. Og tað er eitt nú hetta áðurnevndi arbeiðsbólkur skal gera eitt tilmæli um. Um tað ikki er frægari enn at leypa á leistum og fara undir eitthvørt í hálvum gekki, tá ið talan er um nakað nýtt, svarar Johanna Johannesen.
- Sjálvsagt skulu vit vera væl fyrireikað, og tað er gott, at ein arbeiðsbólkur er settur at útgreina alt økið, men tað er alla tíðina eitthvørt sum ger, at málið steðgar upp. Vit hava verið tolin í nógv ár, vit hava arbeitt við at fáa viðgerð hendan vegin í fimtan ár og hava øll árini gjørt myndugleikar vart við okkum. Øll framstig, sum eru hend, hava vit stríðst fyri. Nú eigur nakað at henda skjótt. Í tíggju ár hava vit til fánýtis stríðst fyri at fingið sett á stovn sambýli til rørslutarnað.
Afturmeldingarnar, sum nevndin í Spastikarafelagnum fekk á fundinum leygardagin, eru, at haldast skal fram at arbeiða við málinum. Felagið hevur samband við politikarar, sum eru fúsir at stríðast fyri, at viðgerð til rørslutarnað loksins kemur til Føroya.
- Vit eru samd um ikki at liggja sjóvarfallið av okkum og bíða til arbeiðsbólkurin er liðugur við arbeiðið, sigur Jóhanna Johannesen at enda í viðtali.