Fyrrverandi borgarstjórin í Havnar kommunu hevur als ikki hug at sláa saman við IRF og fáa eina felags brennistøð fyri alt landið.
– Vit hava eina vælvirkandi brennistøð í dag. Hon klárar bara ikki at brenna meira, enn hon ger. Men fáa vit ein nýggjan ovn norðanfyri verandi brennistøð, so kundu vit havt tveir ovnar, sum kundu avlasta hvønn annan. Tað hevði verið ein góð loysn hjá okkum, sigur Heðin Mortensen.
Gangi aldrin við upp á nevndarbýtið
Hann vísir á, at Havnar kommuna skal hava møguleika at útbyggja fjarhitaskipanina, og tí má brennistøðin vera í Tórshavnar kommunu. Hann heldur, at samstarvið við IRF gott kann halda fram, men hann ynskir ikki nakra samanlegging.
– Vit hava fjarhita í Havnini, og vit eru í gongd við at útbyggja ta skipaina. Um tað verður ein brennistøð, so veit eg ikki, hvar hon kann koma at liggja. Lagt er upp til, at fáa eina sjey mannað nevnd, har Havnin bara hevur eitt umboð í nevndini. Um tað verður soleiðis, kunnu ting skjótt broytast, og tað kann koppa tann skeiva vegin fyri okkara part. Eg gangi aldrin við uppá, at vit skulu gjalda mest, men einki hava at siga, sigur Heðin Mortensen.
Gott við tveimum brennistøðum
Hann vísir á, at tá ið brennistøðirnar vórðu bygdar í sínari tíð, so var trupult at fáa semju millum kommunurnar, hvar ein brennistøð skuldi vera.
– Ymisk uppskot vóru frammi, hvar ein felags brennistøð skuldi vera. Men av tí at tað gekk so drúgv tíð og einki ítøkiligt hendi, so endaði tað við, at Tórshavnar kommuna bygdi sína egnu brennistøð. Eg haldi, at tað hevur riggað væl, at tað hava verið tvær brennistøðir – ein í Leirvík og ein í Havn. Tær hava eisini samstarvað og hjálpt hvørjari aðrari, tá ið tørvur hevur verið á tí, sigur Heðin Mortensen.
Dýrari í rakstri
Viðvíkjandi prísi, so heldur fyrrverandi borgarstjórin heldur ikki, at tað vera so nógvir pengar at spara.
– Eg ivist í, um tað verður bíligari við einari brennistøð fyri alt landið. Tað kann vera, at tað verður bíligari at byggja eina felags brennistøð, men eg ivist í, um hon verður bíligari í rakstri. Vit hava í dag eina góða og effektiva skipan í Havn at savna ruskið inn, men eg vænti, tað verður munandi dýrari, um vit skulu hava eina skipan fyri alt landið, og tað er eisini spurningurin, um tænastan verður eins góð, sigur hann.
– Vit hava longu bygt nógv út, og sum eg havi skilt uppleggið, loysir tað seg betri fyri Havnina, at vit eru fyri okkum sjálvi, sigur Heðin Mortensen.
Samstarv men ikki samanlegging
Tá ið tað kemur til grøna orku, endurnýtslu og at fáa sum mest úr tilfeinginum, heldur Heðin Mortensen heldur ikki, at tað er ein fyrimunur at leggja saman.
– Vit í Havn eru nógv frammalagari, tá ið hugsað verður um at nýta avlopshitan. Tað verður samstarvað um ymiskt við IRF, eitt nú felags tyrving, og tað er ordiliga gott. IRF eru eisini framskygdir innan ymiskt øki. Vit kunnu framhaldandi samstarva, men ikki leggja saman, sigur Heðin Mortensen.