Vit skulu heldur tola eina yvirgangsatsókn inn ímillum, heldur enn missa okkara persónliga frælsi. Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.
Hann er heldur ógvuliga lítið um ætlanina at gera løgregluni í Føroyum fríari ræsur at loynilurta eftir fólki.
Hann sigur, at nútíðarsamfelagið er blivið so fult av eftirliti, at vit hava mist okkara persónliga frælsi. - Vit hava boygt knø fyri yvirgangi, staðfestir Bill Justinussen.
Hann sigur, at avleiðingin av tí er, at vit vit hava sett so nógvar eftirlitsskipanir í verk, at tað hevur tikið frælsi frá okkum.
- Skulu vit ferðast ímillum lond, verða vit kannað úr enda í annan. Púra vanlig friðarlig fólk verða kanna, bara tí at ”onkrir idiotar” hava funnið útav at gera bumbur og at spreingja tær í bygningum flogførum, jarnbreytarstøðum, og aðrastaðni.
- Tað skulu vit øll líða undir og tí hava vit gjørt tað til ein irriterandi part av okkara gerandisdegi at fyribyrgja yvirgangi.
- Einaferð sluppu vit ikki á bryggjuna við tráðu, tí allar havnir vóru byrgdar av, tí Osama Bin Laden hevði sprongt nøkur torn í luftina í New York.
Men Bill Justinussen heldur, at vit eiga ikki at lata tað persónliga frælsi frá okkum og boyggja knø fyri yvirgangi.
So mugu vit liva við teimum avleiðingum, tað onkuntíð inn ímillum kann hava við sær, leggur hann afturat.
- Men tað tora vit ikki. Vit vilja heldur gera okkara samfelag til eftirlitssamfelag og binda okkum niður og taka frælsi frá hvørjum øðrum, leggur hann afturat.
Hann heldur, at í Føroyum kunnu tað vera einstøk mál, har tað er brúk fyri at loynilurta eftir fólki fyri at uppklára tey.
- Men eg eri bangin fyri tí skaða, sum kann standast av at gera okkara samfelag til sama eftirlitssamfelag, sum øll lond rundan um okkum eru vorðin til.
Hann heldur ikki, at tað er so nógv lógloysi í Føroyum, at tað er neyðugt at geva løgregluni hesa heimildina at loynilurta eftir fólki - Tað er at skjóta spurv við kanón, heldur Bill Justinussen.
Tað er næstan ongastaði í verðini so lítil kriminalitetur sum í Føroyum og tí heldur tingmaðurin fyri Miðflokkin ikki, at tað er rætt at seta somu skipanir í gildi í Føroyum, sum í øðrum, stórum londum.
Hann vísir á, at brotsverk og yvirgangur er ikki hildin uppat, hóast alt eftirlitið, sum er. - Hvussu langt skulu vit fara í kapprenningini við brotsmenn og yvirgangsmenn. Og hvussu nógv skulu vit offra av tí, vit hava kært, fyri at kapprenna við brotsmenn og yvirgangsmenn, spyr Bill Justinussen.
Les eisini: Skulu vit ikki uppklára brotsverk
|