- Vit skulu tora betri við bóltinum

Tað sigur Christian Lamhauge Holst, sum skoraði tvey mál í gjár

Boðskapurin hjá Christiani Lamhauge Holst er ikki at taka feil av. Vit hava gott av at spæla eina dyst, har vit hava bóltin nógv, so vit kunnu venja okkum við at tora betri, tá vit hava bóltin.

 

Hoyr samrøðuna við Christian Lamhauge Holst við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Tað eru fleiri støður, har vit helst hava betri tíð á bóltinum, enn vit geva okkum far um. Vit skulu tora betri við bóltinum, sigur Christian Lamhauge Holst, sum fegnast um sigurin, men ásannar at vit enn hava nógv at arbeiða við.

 

Les eisini: Føroyar vunnu 4-1 á Gibraltar

 

Sjálvur skoraði Christian tvey mál. Tað fyrra var eitt skot, sum fór í stongina og inn, men føroyski landsliðsspælarin vil ikki taka allan heiðurin fyri málið.

 

Les eisini: Ein væl nøgdur debutantur

 

- Bólturin fór í beini á einum verjuspælara hjá teimum, so eg fái ikki tikið allan heiðurin fyri málið. Eg kann taka heiðurin fyri at skjóta, sigur Christian heldur skemtiliga úr Gibraltar.

 

Les eisini: Lars Olsen fegnast og tó

 

Seinna málið var ikki minni flott, tá Jóan Símun Edmundsson sendi bóltin innfyri til Christian, ið stútaði bóltin í málið.

 

Les eisini: Trý mál í fýra landsdystum

 

- Tað haldi eg faktist var eitt betri mál. Tað er sjálvdan eg skori við høvdinum, staðfestur Christian L. Holst, sum heldur at hann hevur skotið og fá mál á landsliðnum.

 

- Tað var týdningarmikið fyri meg og Jóan Símun at fáa mál. Eg havi ikki verið eins góður at skjóta mál á landsliðnum í mun til, tá eg havi spælt fyri felagnum hjá mær. Jóan Símun hevur verið gjøgnum eina torføra tíð, so fyri hann er tað óiva eisini gott at fáa mál, sigur Christian L. Holst.

 

Hann er bjartskygdur um EM undankappingarbólkin hjá okkum, har vit eru í bólki við Grikkalandi, Ungarn, Rumenia, Finnlandi og Norðurírlandi.

 

-  Eg kundi gott hugsað mær at spælt á Wembley móti Onglandi, áðrenn eg gevist sum fótbóltsspælari, men ítróttarliga er bólkurin ikki so sterkur. Eg vildi sagt, at vit á heimavølli hava møguleika móti øllum. So alt í alt ein góður bólkur, hóast hann ikki er so spennandi, sigur Christian L. Holst.

 

Christian spælir til dagligt við Silkeborg í Danmark.