- Tað verður ógvuliga trupult heilt at sleppa undan larmi, tá vit eru ein fiskivinnutjóð við nógvum og tungum virksemi fram við bryggjukantinum. Tað er sjálvandi keðiligt, har fólk hava trupulleikar av larmi, men føroyingar mugu vera sinniligir og ikki leypa framav. Ónøgdin má ikki fáa ta avleiðing, at Føroyar missa laksamarknaðin í Russlandi og fiskiríkidømið í Barentshavinum, tí tað kann gerast ein dyggur smeitur fyri Føroyar.
Tað sigur Árni Dam, sum hevur samstarvað við russar í mong ár.
Árni Dam ásannar, at tað var ikki uttan trupulleikar ta fyrstu tíðina, tá russiskir trolarar og russisk sjófólk komu til Skálar. - Tað var onkur her í Føroyum, sum royndi at øsa fólk upp um hetta, og tað var kanska serliga ungdómurin, sum læt seg øsa. Um kvøldarnar hendi tað, at russisk skip, sum vóru komin á Skála til umvælingar, vórðu dýkt undir við rotnum eggum og ymiskum fruktum, sum vórðu kastað inn á dekkið. Tað var so galið til endans, at manningin tordi ikki út á dekkið, og teir vóru ógvuliga harmir um hesa viðferð.
Men, so hendi nakað, sum broytti alt.
- Eg bað táverandi blaðstjóran á Sosialinum, Jan Müller, koma við mær ein túr inn á Skála. Vit fóru umborð, har Jan Müller tók myndir av øllum svansinum, sum lá inni á dekkinum, og hann skrivaði eisini eina grein í Sosialinum um hetta. Tá gjørdist fullkomiligur friður, og eg kann gott siga, at russar síðan henda dag hava verið sera væl móttiknir, bæði á Skála og í Føroyum sum heild, sigur Árni Dam.
Soleiðis, sum undangongumaðurin minnist, hevur ongantíð verið gjørt burtur úr, at stóru skipini, sum eru komin á Skála til umvælingar, hava órógvað við larmi. Í øllum førum er hetta ikki nakað, sum hevur fylt serliga nógv, tá havt verður í huga, hvussu nógv fokus í dag er júst á larm og royk frá stórum skipum í Føroyum.
- Eg skal vera hin seinasti at siga, at larmur frá skipum ikki kann órógva, men tað undrar meg, at hetta fyllir so nógv í dag, tá hetta eftir øllum at døma ikki hevur fylt nakað serligt á Skála, har so nógv og stór skip eru komin millum ár og dag.
Árni Dam heldur, at tað verður trupult heilt at sleppa undan larmi, tá vit eru ein fiskivinnutjóð við nógvum og tungum virksemi fram við bryggjukantinum. - Tað er sjálvandi keðiligt, har fólk hava trupulleikar av hesum, men fólk mugu eisini royna at gera tað, tey sjálvi kunnu gera. Her hugsi eg eitt nú um vindeyguni, sum kanska ikki er nóg væl ljóðbjálvað.
Hann heldur, at føroyingar mugu vera sinniligir og ikki leypa fram av, tí um henda ónøgd, sum vísir seg við stóru havnaløgini í dag, fær ta ávirkan, at Føroyar eitt nú missa laksamarknaðin í Russlandi og fiskiríkidømið í Barentshavinum, kann hetta gerast ein dyggur smeitur fyri Føroyar.
- Sjálvandi er einki forgjørt í, at fokus er á hetta, har tað er ein trupulleiki, og sjálvandi eigur at vera roynt at finna skilagóðar loysnir, sum gera tingini betri. Ein partur av larminum stavar sjálvsagt frá, tá farmaskip eru her eftir fiski. Áður kundi umskipast úti á reduni, men tað er ikki loyvt longur. Men, verður umskipað á reduni og ikki við bryggju, missa havnaløgini sjálvsagt inntøkur.
Árni Dam sigur, at russar eru væl vitandi um ónøgdina í pørtum av landinum við larm frá skipum. - Longu, tá vit byrjaðu, varð avtalað, at vit tvær ferðir um árið skuldu fara til Russlands at heilsa upp á samstarvspartarnar har, og vit hava nýliga verið har yviri. Tað hevur stóran týdning fyri okkara viðskiftafólk í Russlandi, at tey kunnu kenna seg trygg við umstøðurnar her heima. Eg fegnist um, at arbeitt verður við loysnum, men tað verður neyvan lætt at bera so í bandi, at einki hoyrist frá stórum skipum, sum koma higar til lands.
Hann vísir á, at hetta í fleiri førum eru gomul skip, og tað er neyvan bara sum at siga tað at syrgja fyri, at skipini kunnu koyra upp á landstreym, tí hetta krevur helst eina umfatandi umbygging. Árni Dam, sum hevur brúkt 40 ár av sínum lívi til samstarv um vinnuligt virksemi í Føroyum, heldur, at vit føroyingar mugu royna at finna út av, hvussu vit loysa trupulleikan við larmi, sum nú vísir seg at vera, men vit mugu so sanniliga eisini hugsa um, hvat vit kunnu missa.
Í Sosialinum í gjár - fríggjadagin - er ein drúgv samrøða við Árna Dam og samstarvið, sum hann í 40 ár hevur gingið á odda fyri millum Føroyar og Russland, og tað vóru eisini Føroyar sum fyrsta land í heiminum, ið gjørdu sínámillum fiskiveiðiavtalu við Russland.