Hvat heldur tú um, at tað eru sjey FM stevnur?
? Tað er deiligt. Sjálvandi skulu tað vera nógvar stevnur, tí tað er betur at sleppa at kappast oftani. Tað grundi eg á, at tað er so nógv venjing, og tekur tú samlaða minutt talið á stevnuróðrum og venjingum, so kundi tað komið nógv meiri burturúr.
Er tað strævnari í ár, nú seks stevnur eru út í eitt?
? Tað havi eg ikki beinleiðis hugsað so nógv um. Tað er bara gott, at tað eru nógvar stevnur, men sjálvandi merkist tað fyri familjuna. Man hevur ikki ta somu tíðina við hús.
Væntar tú, at talið á stevnum fer at økjast meira?
? Nei, tað verður tað ikki, sum nú er. Tað er ein reglugerð, sum sigur, at tað skal vera eitt frítt vikuskifti undan ólavsøku, um tað skuldi verðið neyðugt at flutt ein róður. So um tíðarskeiðið skal vera tað sama, fer tað ikki at bera til. Men tað kundi verðið gott, um tað blivu fleiri.
Hava tit havt nógvar skaðar umborð hjá tykkum?
? Ja, vit hava verið nógv merktir av skaðum. Fleiri hava mist fleiri venjingar orsakað av skaðum. Og eg haldi, at tað hava verið fleiri í ár enn undanfarin ár. Men tað veldst jú um, hvussu persónarnir eru.
Hvat tippar tú til róðurin í dag?
? Eg vænti, at vit vinna. So verður Argjabáturin nummar tvey og Kvívíkingur nummar trý. Sjálvt um eg onki hevði havt í móti, at tað varð umvent har.