Vit stríðast til síðsta mann

Seinastu dagarnar eru seiglívað tíðindi farið at ganga um, at Arbeiðarafelagið Hæddin í Runavík er so misnøgd við verkfallið, at tey ætla at taka seg úr Føroya Arbeiðarafelag. Hetta er tað bera tvætl, sigur formaðurin

 

Verkfall


?Hatta er tað reina tvætl.

?Karla Einarsson, formaður í arbeiðarafelagnum Hæddini í Runavík, vísir púra avgjørt tíðindunum aftur, sum eru farin at ganga um verkfallið.

Seinastu dagarnar eru seiglívað tíðindi farin at ganga um, at Føroya Arbeiðarafelag er við at moltna -við at fara í upploysing.

Eitt nú vilja tíðindi verða við, at limir í Føroya Arbeiðarafelag eru so misnøgdir við verkfallið, at tey ætla at taka seg úr felagnum.

Serliga skulu tað vera limirnir í Arbeiðarafelagnum Hædddini í Runavík, sum eru so illa foreintir við støðuna, at tey ætla at taka seg úr Føroya Arbeiðarafelag.


Tað bera tvætl

Men hetta avsannar formaðurin í Hæddini upp á tað allar harðasta.

?Hatta er tað bera tvætl, sigur Karla Einarsson.

Hon sigur tvørturímóti, at tey eru sinnað at stríðast til síðsta mann fyri at vinna verkfallið.

? Vit hava givið Føroya Arbeiðarafelag okkara fulla stuðul í verkfallinum og tann stuðulin stendur við.

Hon sigur, at sjálv hevur hon onki hoyrt um hesi tíðindi.

? Nakað tílíkt hevur als ikki verið til umrøðu í felagnum yvirhøvur og tað passar yvirhøvur ikki. Vit hava ikki so frægt sum hugsa hendan tankan og enn minni lagt nakrar ætlanir um at taka okkum úr Føroya Arbeiðarafelag, sigur formaðurin.

Hon sigur, at limirnir í arbeiðarafelagnum eru tvørtur ímóti ógvuliga virknir í verkfallinum.

?Vit eru á skrivstovuni alt samdøgurið og vit hava somuleiðis nógvar verkfalsvaktir døgnið runt fleiri staðir, eitt nú í Kollafirði og aðrastaðni við.

Annars heldur Karla Einarsson ikki nógv um seinastu fráboðanina frá arbeiðsgevarunum um, at Føroya Arbeiðarafelag má gera sær púra greitt, at tey fara ikki at fáa meiri í løn enn Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík, fáa, tí lønirnar skulu vera tær somu um alt landið.

?Tað vera tað tveir partar um at gera av. Og arbeiðsgevarin skal ikki billa sær inn, at teir kunnu avtala við aðrar partar, hvat vit skulu hava í løn. Hvussu kunnu teir vænta, at vit góðtaka tað, spyr Karla Einarsson.

Homn leggur dent á, at Føroya Arbeiðarafelag fer til samráðingar útfrá sínum sáttmála, eins og hini ferløgini samráðast út frá teirra sáttmála.

Tað, hon sipar til, er, at arbeiðarafeløgini tvíhalda um, at tá ið Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík, skrivaði undir, lovaði arbeiðsgevarafelagið teimum, at Føroya Arbeiðarafelag skuldi ikki fáa meiri í løn.

Annars finst hon at, at arbeiðsgevarar ringja til arbeiðarafeløgini í tíð og úrtíð at biðja um undantaksloyvi til alt handa slag.

?Teir skuldu heldur ringt til sítt egna felag og biðið tað komið til samráðingar um tey krøv, vit hava sett fram, so at vit fingu gjørt ein sáttmála.

Hon sigur, at tað eru nógvir arbeiðsgevarar sum onki hava ímóti at betala meiri í løn.

?Eg dugi ikki at síggja, hví vit skulu hava skyldina av øllum avleiðingunum av verkfallinum. Vit verða ofta søgd at vera grundstuðlarnir undir samfelagnum. Hvørja ferð, vit eru í verkfalli í nakrar dagar kappast bæði politikarar og arbeiðsgevarar um at siga, at øll samfelagsins virði eru í vanda. Hví kunnu vit so ikki fáa meiri í løn, tá ið vit hava so ónatúrliga stóran týdning, , spyr Karla Einarsson.