Eg kann ikki siga, at eg eri nøgdur við úrslitið, men vit trúðu rætt og slætt ikki upp á, at tað bar til at fáa meiri burtur úr.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur, at tað er orsøkin til at tey gjørdu av at skriva undir ein nýggjan sáttmála í nátt við Fíggjarmálaráðið og Kommunala.
Sostatt er arbeiðssteðgurin hjá pedagogunum nú av eftir at hava vart í meiri enn ein mánað, og pedagogar eru so smátt farnir aftur til arbeiðis á teimum stovnum, har teir vóru, soleiðis at tað verður gerandisdagur aftur.
Men hóast formaðurin ikki er nøgdur, heldur hann kortini, at nýggi sáttmálin er avgjørt eitt stig tann rætta vegin, tí nú nærkast lønarlagið hjá pedagogunum tí hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Sambært tíðindaskrivi úr Fíggjarmálaráðnum í nátt, hava pedagogarnir at kalla ikki fingið meiri enn Starvsmannafelagið fekk og sostatt hevur Fíggjarmálaráðið hildið lønarhækkingina á sama stigi sum hana í Starvsmannafelagið fekk.
Tað kanst tú lesa meiri um HER. Men Jógvan Philbrow heldur, at hetta er ein sannleiki, ið skal takast við fyrivarni, tí nú hava pedagogarnir fingið eina lønarhækking, soleiðis at lønarlagið hjá pedagogum nú kann samanberast við tað hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Hann vísir á, at hjálparfólkini hava fingið tvey prosent meiri í eftirløn og tey, sum hava verið hjálparfólk longst flyta upp í eitt lønarstig, sum er eitt stig hægri enn stigið, tey nú verða lønt eftir.
Pedagogarnir hava skula arbeitt í 16 ár, áðrenn teir komu upp á seinasta lønarstig, men nú er hetta stytt niður í 14 ár. Samstundis er lønin á seinasta lønarstigi hækkað tilsamans 12 prosent hesi næstu trý árini, ella góðar 3.000 krónur um mánaðin. Men harumframt fáa pedagogarnir á teimum ymsu lønarstigunum nakað í lønarhækking.
Somuleiðis eru lønirnar hjá leiðarum á dagstovnum, og øðrum stovnum, hækkaðar munandi, soleiðis at um trý ár verður mánaðarlønin ímillum 3.000 og 4.000 krónur hægri enn hon er nú.
Men sum heild verður mánaðarlønin hjá einum pedagogi, sum hevur arbeitt í 14 ár, 33.000 krónur um mánaðin eftir hesum nýggja sáttmálanum.
Jógvan Philbrow sigur, at í sínum samráðingum fingu sjúkrarøktarfrøðingarnir eisini trygd fyri eini lønarhækking um fýra ár og um fimm ár, soleiðis, at lønin verður 34.000 krónur.
Formaðurin í Pedagogfelagnum, sigur, at hóast lønin hjá pedagogunum nú næstan verður á jøvnum føti við sjúkrarøktarfrøðingarnar, er stríðið fyri betri sømdum als ikki av.
– Hetta seinasta stigið, altso eina trygd fyri eini lønarhækking ta fjórða og fimta árið, fingu vit ikki við, og tað manglar, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum. Men tað mugu vit so taka næstu ferð, soleiðis at vit í roynd og veru kunnu samanbera okkum við sjúkrarøktarfrøðingar.
– Somuleiðis hava vit bara fingið stytt tíðina, ein skal hava arbeitt fyri at koma upp á seinasta lønarstig, úr 16 árum, niður í 14 ár. Tað er ov lítið, men tað er kortini eitt stig tann rætta vegin, sigur hann. Men hann sigur, at tá ið lønarsamráðingarnar verða aftur um trý ár, verða hesir spurningarnir aftur tiknir upp.