Vit vóru alt ov veik

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag er vónbrotin av leiklutinum hjá fakfeløgunum í sambandi við ætlanina at skatta inngjaldið til eftirlønir.

Tað staðfestir hann í Sosialinum sum er í sølubúðunum nú.

Hann heldur, at fakfeløgini vóru alt ov veik og at tað er so lítið samanhald ímillum fakfeløgini, at tað er syndarligt.

Hann vísir á, at í fyrstuni vóru næstan 80 fakfeløg við í mótmælinum, men tá ið avtornaði, og málini vórðu avgreidd í Løgtinginum, vóru nøkur heilt fá tandur úr fýra ella fimm feløgum eftir í mótmælinum.

- Avleiðingin av hesum er, at í framtíðini kunnu fakfeløgini spara sær ómakin at mótmæla upp á hendan mátan, tí ongin lurtar eftir okkum, fyrrenn vit fara at brúka nógv sterkari lút, sigur hann við Sosialin.

Hans Joensen heldur, at hetta er ómetaliga keðiligt, tí tá ið fakfeløgini ikki kláraðu at standa saman í einum álvarsmáli sum hesum, er tað eini greið boð til politikarnar um, at teir kunnu gera akkurát hvat teir vilja fyri fakfelagsrørsluni.

- Eg havi ført fram, at tað nyttar ov lítið bara at ganga og larma við karamellublikkum og grýtulokum, tí skulu mótmæli hjá fakfeløgum gera nakran veruligan mun, er tað neyðugt at taka heilt álvarslig stig.

Hann vil ikki siga, hvat hann hugsar um, tí nú kann tað verða tað sama, í hvussu so er á hesum sinni.

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag vil heldur ikki skera øll fakfeløg yvir ein kamb, verri enn so, tí fleiri feløg løgdu rættiliga nógv fyri.