Kell helt eftir dystin, at tað serliga var blokkurin hjá SÍ, sum koyrdi avbera væl í dystinum, og í tveimum teimum fyrstu settunum, fekk Mjølnir als ikki fótin fyri seg.
- Í triðja setti broyta teir so eitt sindur upp á liðið hjá sær, og tá gongur tað betur hjá teimum. Men tá ið vit so hava umstillað okkum til broyttu uppstillingina hjá teimum, fáa vit fatur á teimum aftur, sigur Kell.
Tað sær eisini ógvuliga gott út í landskappingini hjá SÍ, og Kell sigur eisini, at árið í ár hevur verið serstakliga gott hjá sørvingum.
- Vit kunnu nógv fleiri ting í ár. Bæði í verjupartinum, móttøkuni og í álopinum eru vit sterkari í ár, og tað er eitt privilegium at fáa loyvi at spæla á einum slíkum liði, sigur Kell Jensen.