– Vit vakna ov seint

Brian Olsen, sum legði EB/Streym á odda í dystinum í gjár, heldur, at hansara lið átti at fingið meiri enn eitt stig burtur úr dystinum.

– Vit eiga allan fyrra hálvleik sum hann var, hava fleiri kjansir og teir ongan. Í seinna hálvleiki detta ov langt aftur á vøllin, uttan at vita av tí, men hava kortini nakrar kjansir. Ikki minst aftan á, at teir skora, metir Brian Olsen.

Fremstu orsøkina til mista sigurin heldur Brian vera, at EB/Streymur vaknar ov seint.

– Og so eru vit eisini óhepnir, haldi eg. Vit spældu betur og burdu fingið trý stig, sigur Brian Olsen hjá EB/Streymi.