Niels Uni Dam
----
– Vit hava ferðast nógva staðni kring heimin og spælt tónleik, men tað eru fá støð, ið hava vakt hesar kenslurnar, sum Føroyar hevur. Alt ferðaliðið tosar um at koma aftur, og taka onkran við sær, eg havi hug at koma við soninum hjá mær, onkur annar við pápa sínum og so framvegis, segði Thomas Dybdahl við meg aftaná konsertina.
Fleiri av limunum komu til Føroyar nakrar dagar áðrenn og sjálvur kom Thomas til landið fríggjadagin. Fríggjadagin vitjaðu teir við Gjógv og leygardagurin varð brúktur í Saksun, og føroyska náttúran bergtók limirnar.
Hóast Thomas Dybdahl er eitt kent navn í heimlandinum og hevur klára seg væl bæði í USA og Evropa, so er hann ikki eitt kent navn í Føroyum. Túrurin til Føroyar lá millum eina konsertferð í Onglandi, ið júst er liðug og eina ferð til USA í sambandi við útgávuna av hansara nýggjastu fløgu, ið kemur út har 4. mai. Hann m.a. skal spæla konsert í New York og undirhalda tí kendu The Hotel Cafe í Los Angeles hvørt mikukvøld í mai.
Fitt av fólki
Í forhøllini í Norðurlandahúsinum áðrenn konsertina, var langt millum tey, ið kendu meira til Thomas Dybdahl enn, at tey høvdu hoyrt einkult løg hjá honum á Youtube. Men hóast hetta vóru heilt nógv fólk komin á konsertina. Salurin var ikki fullur men nóg nógv vóru inni til at skapa eina góða konsertkenslu.
Kenslan bleiv ikki minnið góð, tá Dybdahl traðkaði á pallin. Við einum serstakliga vælspælandi bólki aftan fyri seg, tók hann áhoyrarnar við sær á eina ferð gjøgnum nýtt og gott gamalt í sínum lagaskatti. Tónleikurin, ið nokk best kann lýsast sum blúsíblástur poppur, varð framførdur sannførandi. Sjálvur sang Thomas og spældi gittar. Hann hevði tveir aðrar gittarleikarar við sær, annar spældi eisini tangentar í summum løgum, bassur org trummur vóru sjálvandi eisini, harumframt var ein tangentleikari, ið vant tónleik burturúr hammondorglinum, og undirhelt við stuttligum viðmerkingum. Allir sum ein osaðu teir av spæligleði, og gleði um tónleikin.
Serliga bergtakandi røddin hjá Dybdahl var forførandi, samanberingarnar við Jeff Buckley og Nick Drake vóru als ikki burturvið, tí hetta er ein klassasangari.
Vøkur framførsla
Framførslan var sera sannførandi á allan hátt, ikki minst í útsjónd, bólkurin var ílatin í einum heldur gamaldags stíli, við ljósum klædningum, hvítum skjúrtum og ljósum vestum, ið gav eina kenslu av Amerika í fyrry helvt av farnu øld.
Blúskendi tónleikurin ljóðaði nakað so øgiliga væl, at ljóðmaðurin eigur stórt rós fyri sítt arbeiði, og tað eigur ljósmaðurin eisini, tí ljósið tyktiskt sum eitt væl skipað verk.
Tað hoyrdist væl, at hetta var ein bólkur, ið var vanur at spæla saman. Hetta var síðsta konsertin konsertferðini í sambandi við nýggjastu fløguna hjá Dybdahl, ið fer til USA sum solistur.
Kom bara aftur
Við nógvu lógvabrestunum og tendraðu áskoðarafjøldini, ið leitaði sær út úr myrkrinum í salinum í Norðurlandahúsinum til einar Føroyar, ið júst høvdu hildið Earth Hour, so var eingin ivi um, at Thomas Dybdahl hevur vunnið sær nógvar nýggjar fjepparar í Føroyum.
Á Facebook síðu síni skrivaði Thomas Dybdahl soleiðis í gjár: Túsund takk tit, sum komu á konsert í Tórshavn í gjár. Tað var ein fantastisk uppliving, allur túrurin hevur faktiskt verið ein uppliving, um tað skal sigast, og tað skal tað jú. Vit koma aftur so skjótt, sum vit sleppa, havið ein góðan sunnudag.
Tað er mín vón, at onkur av føroysku festivalunum velur at taka hendan bólkin aftur til Føroyar, sum skjótast.