Vit vilja ikki hava fleiri skeinkiloyvi

­ Tað, sum hevur týdning er at verja tann veika og tað gerst ikki við at seta brennivín fyri hann, sigur Jógvan við Keldu, býráðsformaður

Í Klaksvík er ikki sami gravgangur eftir at fáa skeinkiloyvi, sum tað er í Havn.

Men ongantíð betur, tí býráðið næststørsta býnum í Føroyum er kortini ikki sinnað at økja talið á skeinkiloyvum.

Jógvan Við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík, sigur, at býráðið fer ikki at søkja um at fáa fleiri skeinkiloyvir í Klaksvík.


Ein umsókn

Meðan fleiri umsóknir eru um at fáa skeinkiloyvi í Havnini og Tórshavnar Býráð arbeiðir sum úlvur á skóg fyri at fáa talið á skeinkiloyvum í høvuðsstaðnum hækkað, er støðan tann beint øvugta í Klaksvík.

Í Klaksvík er bara ein umsókn um skeinkiloyvi og býráðið har ætlar sær ikki at biðja um at fáa talið økt.

Sostatt eru ikki útlit til, at tann umsóknin verður gingin á møti.

Men tað kann kortini verða at umsóknin verður gingin á møti - um loyvisnevnd og landsstýri taka undir við einum tilmæli frá Klaksvíkar Býráð.

­ Vit hava fimm skeinkiloyvi í Klaksvík, og tað kvotuna fara vit ikki at hækka, sigur Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík

­ Men trupulleikin er, at av teimum fimm skeinkiloyvunum, eru tað eitt, ella tvey, sum ikki verða brúkt, tí matstovurnar eru stongdar.

Býráðsformaðurin sigur, at býráðið heldur tað er skeivt, at persónar sleppa at bøla omaná skeinkiloyvum, hóast matstovurnar eru stongdar.

­ Skeinkiloyvi verða latin við tí fyri eyga, at tey skulu brúkast.

­ Tí hava vit heitt á loyvisnevndina um at taka skeinkiloyvini frá teimum, sum ikki brúka tey.

Men loyvisnevndin hevur ikki gingið áheitanin á møti.

Jógvan við Keldu sigur, at hetta ber so aftur í sær, at skal tann eina umsóknin um at fáa skeinkiloyvi í Klaksvík gangast á møti, skal tað vera við tað, at eitt loyvi, sum ikki verður brúkt samstundis verður tikið aftur.


Fimm eru nóg mikið

Jógvan við Keldu sigur, at tað er sera trupult at siga, um fimm skeinkiloyvi eru hóskilig í Norðoyggjum.

­ Vit kunnu bara vísa á, at øll tey, sum eru, verða ikki brúkt.

­ Útfrá tí mugu vit siga, at tað eru nóg nógv skeinkiloyvi.

Annars er Jógvan við Keldu ikki heilt samdur við starvsfelagan í høvuðsstaðnum um, at skeinkiloyvi eru vinnumál burturav.

­ Sjálvandi er tað vinnumál at fáa eitt handilsloyvi til at selja eina vøru.

­ Men avleiðingarnar av rúsdrekkanýtsluni eru so heilt avgjørt eitt heilsumál.

­ Og vit vita, at vit hava stórar rúsdrekkatrupulleikar í Føroyum.

­ Og tey sum siga, at vit fara at drekka minni av at geva fleiri loyvi, kunnu akkurát tað sama siga, at vit skulu bara geva fleiri fiskiloyvi, tí so fiska vit minni.

­ Hatta er púra burturvið. ­ Og tað, sum eg sjálvur ræðist mest, er, at tann parturin av ungdóminum, sum er veikur, verður drigin við.

Jógvan við Keldu heldur, at tað er ein surningurin um ikki tann parturin av ungdóminum, sum er sterkur á hesum øki, skal hjálpa tí veikara partinum av ungdóminum.

­ Tað, sum ræður um, er at verja tann veika í samfelagnum.

­ Og tað gerst ikki við at geva fleiri skeinkiloyvi, ella at lata fleiri rúsdrekkasølur upp.

­ Eg ræðist útlitini til, at vit lata tey veiku í samfelagnum líða undir einari lóg.


At drekka er ikki persónligt

Býráðsformaðurin í Klaksvík er heldur ikki samdur í, at tað er persónligt at drekka, og at tey, sum ?vilja drekka seg í hel, skulu sleppa tað³

­ Tey drekka jú ikki seg sjálvan í hel.

­ Tey drekka samfelagið í hel.

­ Tí samfelagið bløðir í ólukkumát fíggjarliga fyri teir skaðar í standast av ovurnýtslu av rúsdrekka.

­ Og tann prísin er tað tann vanligi skattgjaldarin, sum betalir.

­ Mær dámar ikki henda mátan, at vit fyrst skulu koyra fólk í óføri - fyri so at hjálpa teimum aftaná.

Býráðsformaðurin í Klaksvík trýr heldur ikki uppá søguna um, at tey, sum ikki eru von við rúsdrekka, verða tey ringastu, táið tey sleppa leys uttanlands.

­ Hatta er heilt burturav, tí tað er líka lætt at prógva tað beint øvugta.


Spæla fullir

Býráðsformaðurin í Klaksvík saknar eina hugburðsbroyting í samband við rúsdrekka og har eigur tað almenna at ganga undan.

­ Er tú á eini almennari samkomu, verður hugt eftir tær, sum vart tú spitalskur, um tú biðjur um eina sodavatn.

­ Eg haldi, at tað má verða líka nátturligt at bjóða fólki drykk við ongum rúsandi í, sum tað er at bjóða vín og brennivín.

­ Og so má eg eisini leggja afturat, at vín, við ongum rúsevni í, dámar mær slett ikki, tí tað er at spæla fullur, sigur Jógvan við Keldu.