FÓTBÓLTUR
Piatra Neamt, Rumenia: Atli Gregersen er ikki í iva. Eftir hansara tykki er liðið hjá Føroyum øgiliga væl fyri, og tað fer at bera langt hjá Føroyum í móti Rumenia.
– Vit fara at gera alt fyri at fáa eitt gott úrslit í seinasta dystinum hjá Jákup Mikkelsen. Vit skulu eisini syrgja fyri at reisa okkum eftir tapið fyri einum nógv betri liðið, so í dag taka vit trý stig, har er einki at ivast í, sigur miðverjin hjá Víkingi avgjørdur.
Atli Gregersen útilokar eisini møguleikanum fyri einum stórtapi við fimm málum eins og seinast.
– Nei, har er einki at ivast í, at tað verður tað ikki. Tvørtur í móti havi eg eina kenslu av, at vit fara at vinna henda dystin her. Tað hava vit kókað okkum upp til, so nú geva vit eitt ordiligt avrik og tí rokni eg við trimum stigum, sigur Atli Gregersen uttan at blunka.
Skemtiliga leggur hann so aftrat, at Føroyar helst vinna við tveimum málum móti ongum, og at Jákup Mikkelsen skorar seinna málið við brotssparki.