Vita ikki hvar tær flóta

Ilt er siga, hvussu verður statt við kvinnuhondbóltinum hjá StÍF nú vit standa á gáttini til nýggja kappingarárið

Verður hugt eftir úrslitunum hjá kvinnunum av Skála og Strondum seinasta ár, so er ikki nógv, sum bendir á, at trupulleikar skuldu verið við at manna eitt lið.

Besti lið felagsins leikti seg í steypafinaluna, har tær akkurát gjørdust ov stuttar, umframt at fær megnaðu at fáa fjórða plássið í landskappingini.

Harumframt vann felagið eisini kappingina í 2. deild, so tað kundi bent á, at breiddin í hópinum var sera góð, og at felagið gekk einari ljósari framtíð í møti, við sterkum liðum á bæði mann- og konufólkasíðuni.

Verulekin vísir seg tó at vera ein heilt annar, tí tá vit tosaðu við ábyrgdarfólkini á vestara armi á Skálafjørðinum, varð støðan ikki serliga hugalig.

So at siga alt 1. deildarliðið frá seinasta ári er burtur, og tá harumframt eru fleiri av teimum, sum seinasta ár vunnu 2. deild, heldur ikki eru við, stendur satt at siga einki til við útlitunum fyri hetta kappingarárið.

Í løtuni er støðan so mikið ring, at illa ber til at ímynda sær, at tær fáa manna lið har inni, men tey vónaðu tó kortini, at hetta fer at lata seg gera. Trupulleikin tykist verða, at við tað at fráfallið av leikarum, sum taldust í frægara endanum, hevur verið stórt, hevur hetta minkað nógv um áhugan hjá øðrum leikarum at vera við.

Av Strondum siga tey eisini, at tey møguliga áttu at havt sæð vandan áðenn, og tískil kanska styrkt um liðið við eitt nú útlendskum leikarum. Í løtuni verður hesin møguleiki kannaður, men við tað at hetta arbeiði júst er byrjað, ber illa til at siga, hvørji úrslit hetta gevur.


Hava traditiónir

Tað eru annars ikki nógv ár síðani, at tað vóru kvinnurnar á Skála og Strondum, sum vóru toppurin í føroyskum hondbólti. Tá Neistin fyri fyrstu ferð í mong ár misti meistaraheitið, vórðu tað júst StÍf, ella Skála sum tað tá æt, sum fóru avstað við meistaraskapinum.

Eftir er bert at vóna, at alt hetta fer at koma í rættlag, tí dettur kvinnuhondbólturin í felagnum niðurfyri, kann tað vísa seg at vera torført at skapa áhugan fyri hesum hjá yngru leikarunum í felagnum.