Á vitjan hjá Bjarna

Bjarni er ein níggju ára gamal drongur, sum er ein av fýra, sum búgva avbera væl og undir góðum umstøðum á bústovninum fyri autistar í Klaksvík. Gerandisdagurin hjá Bjarna og hinum er lagdur í fastar rammur, og er tað nakað, sum er sera týdningarmikið fyri børn við autismu

Klaksvík:
Grátt er í veðrinum, og heilt fitt av vindi. Karl Martin Samuelsen, námsfrøðingur, stendur í hurðini og tekur í móti. Inni er ljóst og hugnaligt, men tann langa gongin og lukturin megna ikki at fjala út yvir, at her er talan um ein stovn. Tað búgva fýra dreingir á stovninum.
Hvør drongur hevur egna íbúð við felagskøki. Júst tá Sosialurin kemur á gátt hvílir Bjarni, sum júst er komin aftur úr skúlanum, seg, áðrenn hann skal í holt við eina uppgávu.
Stovan hjá Bjarna minnir einamest um eina heimliga stovu, har millum annað leðursofa, borð, spísiborð og stólar. Men kortini so eru týðilig tekin um, hvørjari skipan hansara gerandisdagur verður tilrættislagdur.
Karl Martin Samuelsen er námsfrøðingur, og hann starvast á stovninum. Hann hevur fyri tað mesta við Bjarna at gera, og hann er sera nágreiniligur í síni frágreiðing um autistar og teirra tørvir.
Inni í stovuni hjá Bjarna er ein reól, har ymiskt stendur á. Men eitt setur sítt heilt serliga eyðkenni á rúmið. Tað hanga sokallaði piktogrammir uppi allastaðni. Piktogrammir eru skelti, har ein tekning er áog orðið stendur skrivað á. Eitt heilt vanligt piktogramm er til dømis skelti, har tað stendur wc á og so ein tekning, har ein sær, um tað er til kvinnur ella menn.
Gerandisdagurin hjá einum autisti er merktur av piktogrammum við tað, at tey onki talumál hava og sostatt verða piktogrammini meira nýtt. Men tey gera nýtslu av øllum hentleikum, sum eru. Dreingirnir ganga í skúla, svimja og so framvegis. Og tað er ikki ov nógv sagt, at tey saman við starvsfólkunum eru vorðin ein "býarmynd". Hvønn dag síggjast tey ganga túrar, og tað kann gera tað sama, hvussu veðrið er.

Piktogrammir
Bjarni kemur út úr kamarinum og inn í stovuna. Beint við hurðina út í gongina hanga nøkur piktogrammir, sum eru dagsskráin hjá honum. Ovast á dagsskránni er læruborð. Hetta piktogrammið tekur Bjarni og fer yvir til spísiborðið. Við borðið hongur eitt einspiktogram, sum hóskar saman við tí, hann hevur í hondini. (Hetta kann sammetast við myndaspæl blaðkv.)
Nú veit hann, at hann skal gera eitthvørt á hesum borðinum. Niðri undir hesum sama piktogramminum, sum vísir læruborð hongur eitt annað, sum er grønt. Hetta sigur honum, hvat hann nú skal í holt við.
Lítla løtu seinni hevur hann tómt eina lítla kurv við Lego á borðið og setur seg so hugagóðan at byggja nakað, sum líkist einum sonnum meistaraverki. Ein bóklingur fylgir við, sum vegleiðir hann, hvussu hann skal byggja. Men Bjarni nýtir hann ikki so nógv. Hann dugir sera væl at byggja, og skjótt byrjar tað at taka skap hjá honum. Men hann verður nakað órógvaður, tá myndamaðurin kemur at taka myndir av honum. Hann hevur stóran áhuga fyri myndatólinum og tekur fleiri ferðir í tað og vil síggja.
? Bjarni hevur stóran áhuga fyri øllum tøkniligum, sigur Karl Martin og smílist, meðan hann eygleiðir drongin, sum nú situr við einum hálvbygdum robotti í aðrari hondini , meðan hin hvílir á myndatólinum.
Men tað gongur bara ein lítil løta, so setist hann aftur við uppgávuni hjá sær, og myndamaðurin fær gjørt sína uppgávu í frið og náðum.
Karl Martin greiðir frá øllum piktogrammunum, og hvussu stóran týdning tey hava fyri børn við autismu.
? Tað er samanlíkna við, tá vit skulu finna eitt alment wc, men hjá teimum er tað bara soleiðis við øllum.Líka mikið hvat tað so er, so skal eitt piktogramm til, og tey mugu og skulu læra mannagongdina fyri at kunna gera tað sjálvi, greiðir Karl Martin frá.
Tað er ójavnt frá barni til barn, sum hava autismu, hvussu væl tey eru fyri. Bjarni má sigast at vera sera væl fyri, og hendan dagin er lagið so avbera gott. Og hann er so kerligur, at ein hvør fellur fyri honum.

Skipanin
Hendan skipanin við piktogrammum, sum arbeitt verður eftir, er ein almenn skipan, sum upprunaliga stavar úr USA. Hon er sera einføld, men krevur, at tað verður arbeitt miðvíst við tí einstaka barninum. Hendan skipanin kann sostatt eisini tillagast tí einstaka barninum alt eftir, hvussu tey eru fyri. Fyri summi børn við autismu er tað nóg mikið, at tey hava piktogrammir at ganga eftir, meðan onnur mugu hava meiri ítøkiligar lutir, sum vísa teimum, hvat nú er á skránni. Men alt ber til at gera eftir hesi skipanini kortini.
Karl Martin Samuelsen sigur, at endamálið er sjálvandi at menna barnið og gera tað sjálvstøðugt. Hann greiðir frá, at tey arbeiða fyri at gera børnini sjálvstøðug í tann mun tað ber til.
Hendan skipanin kannviðvirka til, at eitt barn við autismu kann klára seg sjálvt seinni í lívinum. Við at læra eitt barn við autismu mannagongdir og at arbeiða sjálvstøðugt eftir einum føstum mynstri ella skipan, kann hetta barnið vaksa upp til eitt sjálvstøðugt menniskja, tó at tað ber brek.
Eitt týðuligt tekin um, at Bjarni skilir hesa skipan sera væl er, at hann velur eftir tørvi.
Hvønn dag er pausuborðið á dagsskránni. Tað vil siga, at hann, tá hann tekur tað piktogrammið og hevur funnið makan hjá tí, veit, at hann kann gera tað, sum hann vil eftir sínum egna tørvi, men tó við vegleiðandi piktogrammum.

Broytingar
Karl Martin greiðir frá, at tað er sera umráðandi ikki at órógva ein autist í tí, hann tekst við. Tí hann heldur seg til og fylgir ávísum mannagongdum.
Á piktogrammskipanini við hurðina inni í stovuni stendur, at tey skulu syngja í kjallaranum, tá uppgávan er gjørd.
Hóast Bjarni er upptikin av síni uppgávu, so eygleiðir hann okkum alla tíðina, og tað sást ein lítil farri av órógvi í eygunum á honum, tí vit standa við piktogrammini.
? Bjarni vit fara ikki at syngja í dag, sigur Karl Martin, meðan hann tekur tað piktogrammið burtur uttan at gera nakað annað. Bjarni ger vart við sína ónøgd beinanvegin, og Karl Martin vísir við hesum á, at Bjarni skilir dagsskránna.
Beinanvegin rættar Karl Martin aftur upp á piktogrammini, og Bjarni fær aftur hugsað um sína uppgávu.
Karl Martin sigur, at tað sjálvan di kann koma fyri, at tey noyðast at broyta okkurt av ætlanunum fyri dagin. Men tá verður tað ikki gjørd bara uttan víðari, tí tað órógvar. Eitt av piktogrammunum eitur broyting, og dreingirnar her hava lært, at tað merkir, at tey fara at gera okkurt annað í staðin fyri. Og tá tað piktogrammið hongur uppi og so ein broyting, so er tað lættari hjá dronginum at skilja, hvat tað er, sum hendir.

Hugnaløta
Robotturin hjá Bjarna er nú liðugur, og alt verður ruddað upp á pláss, áðrenn hugnaløtuna. Farið verður út í gongina, og har koma so hinir tríggir dreingirnir við teirra leiðara. Leiðin gongur niður í kjallaran, og allir hava teir hvør sítt piktogramm í hondini.
Inni í einum ljósum og stórum rúmi í kjallaranum stendur eitt borð. Á tí stendur kaffi, kakao og bollar. Men tað er ikki fyrr enn tey eru liðug at syngja.
Tað standa nakrir skermar uppi, og aftan fyri teir standa stólar og sofur. Karl Martin fer eftir gittarini, og so byrja tey at syngja Tú skalt klappa, tá tú ert í góðum lag?
Tað sást á øllum brøgdum, at teimum dámar hetta, hóast tey ikki fáa sungið við. Mitt í øllum verða tey avbrotin, tá ein annar drongur kemur inn. Hesin er eisini menningartarnaður, men hann hevur ikki autismu. Hann er eitt av búfólkunum á sambýlinum fyri menningatarnað, sum er undir sama taki sum bústovnurin.
Sangurin heldur fram, og øll hugna sær. Tey vita, at tey skulu eta og drekka aftaná. Bjarni situr hjá Karl Martin. Teir báðir eru sera væl. Hinir tríggir dreingirnir Kristian, Tummas og Torrey sita hjá sínum leiðara. Vitjanin er komin at enda, og við sanginum hjá teimum í hølunum á okkum, finna vit úthurðina og fara avstað.