Eystanstevna
Gjøgnum nógv ár hevur innsavningin av lutum og myndum vaksið um bygdarsavnið Forna á Glyvrum, og í dag er savnið bæði umfatandi og áhugavert.
Húsið er innrættað við eini gamlari stovu frá 1874, gomlum handli frá fyrra helmingi av farnu øld, gomlum køki og gomlum kamari – alt við tilhoyrandi innbúgvi.
Á framsýningini á savninum eru nógvar gamlar myndir, sum eitt nú lýsa dagliga yrki, hús og bátar í gamlari tíð.
Vanliga er Bygdasavnið opið hvønn mánadag og mikudag frá klokkan 16-18, men á eystanstevnu er savnið eisini opið leygardagin og sunnudagin frá klokkan 16-19.00.
Bygdasavnið Forni á Glyvrum er avgjørt vert eina vitjan.