Vodafone hevði 7,7 milliónir í yvirskoti

Vodafone kunnger í dag ársroknskapin fyri 2012. Yvirskotið av rakstrinum áðrenn skatt er 7,7 mió. kr. Tað er ein framgongd á 9,3 mió kr.

Yvirskotið eftir skatt er 6,3 mió. kr. Tað er ein framgongd á 7,6 mió. kr. samanborið við árið fyri.

– Fleiri orsøkir eru til framgongdina í 2012. Kundatilgongd og økt nýtsla millum kundarnar hevur betrað søluna. Eisini hevur felagið gjørt nýggjar og betri avtalur við veitarar. Okkara starvsfólk hava gjørt eitt megnar arbeiði – úrslitið er teimum at takka, sigur Gudny Langgard, stjóri á Vodafone.

Rakstrarískoytið (EBITDA) hjá Vodafone vaks úr 9,6 mió. kr. í 2011 upp í 17,7 mió. kr. í fjør. Hetta er ein vøkstur á 8,1 mió. kr.

Vodafone hevur seinasta árið gjørt innanhýsis tillagingar við nýggjum bygnaði, nýggjari leiðslu og øðrum broytingum, ið hava veri við til at menna raksturin og kappingarførið hjá fyritøkuni.

– Á Vodafone hava vit havt fokus á starvsfólkatrivnað og starvsfólkamenning. Hetta er ein lykil til framgongd í fyritøkuni. Innovatión hevur

eisini merkt fyritøkuna í 2012, og tí stendur produktmenning og nýmenning av tænastum ovarlaga á dagsskránni, sigur Gudny Langgard.

Leiðslan roknar við einum nøktandi úrsliti í 2013, hóast gongdin í føroyska búskapinum framvegis er óstøðug.