Dysturin í Klaksvík millum KÍ og B71 er akkurát liðugur. Hann ednaði við einum 2-1 sigri til gestirnar úr B71. Allan Tungá og Gudmund Nielsen løgdu B71 á odda 2-0, áðrenn Báður Heinesen minkaði um munin. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Móti endanum av dystinum fekk Monrad Holm Jacobsen reytt kort fyri hevnissøku. Símun Rógvi Hansen í B71 málinum bjargaði brotssparki frá KÍ liðformanninum Hjalgrími Elttør, tá ið B71 var á odda 1-0.
77.min KÍ hevur minkað um munin við máli, ið Bárður Heinesen skoraði eftir horna. Símun Rógvi Hansen í B71 málinum boksaði vekk, men bólturin endaði hjá Bárði Heinesen, ið smekka til. KÍ hevur trýst B71 seinastu løtuna.
67.min Gudmund Nielsen hevur økt til 2-0 til B71. Hann rak framvið trimum KÍ verjuleikarum og sendi bóltin framvið Gunnari á Steig.
50.min Allan Tungá hevur lagt B71 á odda fimm minuttir inn í seinna hálvleik, ið útsetta landskappingarðdystinum móti KÍ í Klaksvík. Málið kom eftir horna og samanspæl í brotsteiginum. Tað var triðja hornasparki, sum B71 hevði upp í slag. Stutt eftir málið brendi Hjalgrím Elttør brotsspark. Úr Klaksvík skilst, at talan als ikki var um brotsspark, men sum var dømt alíkavæl.
KÍ - B71 1-2 (0-0)
0-1 Allan Tungá 50.
0-2 Gudmund Nielsen 67.
1-2 Bárður Heinesen 77.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
KÍ: Gunnar á Steig - Monard Holm Jacobsen, Oddmar á Lakjuni (Kristian á Lakjuni, 52.), Jógvan Isaksen, Rudolf Eliasen - Álvur F. Christiansen (Bárður J. Heinesen, 72.), Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør, Nenad Stankovic, Henry Heinesen (Steffan Kalsø, 57.) - Kristoffur Jakobsen
Gult kort: Monrad Holm Jacobsen, Nenad Stankovic, Jógvan Isaksen
Reytt kort: Monrad Holm Jacobsen (beinleiðis) 90.
B71: Símun Rógvi Hansen - Thomas Hans Rubeksen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Poul Kjartan Dam - Gudmund Nielsen, Mikkjal Hentze, Bogi Hermansen, Rasmus Nielsen (Høgni Midjord, 85.) - Bakari Bojang, Tijani Mohammed
Gult kort: Bogi Hermansen, Thomas Hans Rubeksen, Símun Rógvi Hansen