Seinastu fýra mánaðirnar í 2014 vóru lønarútgjaldingarnar hægri enn nakrantíð við tað, at tær vóru 650 milliónir krónur í miðal um mánaðin. Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjari uppgerð. Men í januar í ár vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 630 milliónir krónur, og tað eru 25 milliónir krónur færri enn í desember. - Tølini eru árstíðarjavnað og sostatt er lagt upp fyri, at lønirnar vanliga eru hægri í desember enn í januar. Hagstovan sigur, at rákið er fallandi og í løtuni er mánaðarliga broytingin 0,2%. - Vit skulu aftur til juli 2013 fyri at síggja eina mánaðarliga broyting á 0,2%, sigur Hagstovan. - Grundleggjandi munurin er tó, at í juli 2013 var rákið hækkandi.
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, eitt nú afturvendandi sveiggið í virkseminum ímillum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at tað ber til at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Tá ið hugt verður eftir rákinum, er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og sostatt gevur tað eina mynd av langtíðargongdin í lønunum. |