Tá TB-arar vóru og vandu á vøllinum við Stórá sunnumorgunin, varnaðust teir, at nógvi vindurin hevði elvt til skaða á vøllinum.
Sum skilst, so eru eitt sindur av teppinum loysnað í eystara enda av vøllinum.
- Skaðin er millum nakað og einki, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Tað er kommunan, ið eigur lendi og tí varðar av vøllinum.
Kristin Michelsen sigur, at eingin vandi er fyri, at hetta skal fáa nakra ávirkan á virksemi ella dystir hjá TB.
- Teir venja longu sum er á vøllinum, so hatta hevur einki upp á seg, og fer ikki at fáa nakra ávirkan á dystir í Effo-deildini, sigur Kristin Michelsen.
Myndina hevur Turið Vestergaard í Dali tikið.