Volapykk ella hugsjónir

Ikki óvæntað, so herja í løtuni pástandirnir um, at Tjóðveldisflokkurin hevur lagt seg á høgraveingin í føroyskum politikki. Pástandir um, at hugsjónarliga eru vit á veg móti einum minni samhaldsføstum samfelag, har tann veiki verður sleptur uppá fjall. Orsøkin er, at tað hevur eydnast at semjast um í samgonguni, at fiskivinnan skal ikki hava studning. Ístaðin skal vinnan hava greiðar politiskar karmar til at endurnýggja seg sjálva.

Tað er sjálvsagt heilt natúrligt, at hinir størru flokkarnir royna at gykla fólki fyri, at hetta er neoliberalistiskt, og at hetta fer at savna fiskivinnuna á fáar hendur. Hetta eru jú útleggingar, sum passa væl til partapolitiskan vinning hjá júst hesum flokkum. Og uttan mun til, hvat varð gjørt, høvdu hesir flokkar helst sagt júst tað sama.

Men hetta er tíbetur politiskt volapykk. Øll munnu vita, at tað er beint øvugt. Eitt tógvið politiskt stríð er vunnið um ikki at brúka almennar pengar til nakrar fáar einstaklingar. Vit skulu ikki brúka almennar pengar til at oyðileggja vinnulívið og til at oyða okkara náttúrutilfeingi. Vinnan skal kasta av sær til pensiónir, barnagarðar, sjúkrahús, skúlar, vegir og alt annað, sum øllum skal tryggjast í einum føroyskum vælferðarsamfelag.


Studningur er ikki samhaldsfastur

Tað minst samhaldsfasta vit kunnu gera, er at halda fram við vinnupolitikkinum frá 70?unum og 80?unum. Tað gav nøkrum fáum einstaklingum pengar í lumman, meðan allir aðrir føroyingar fingu rokningina. Ein rokning uppá helst einar 13 milliardir krónur, sum vit øll gjalda fyri enn og í framtíðini. Studningur hevur altíð elvt til, at bert tann sterkasti vinnur, og vit hava fingið sjón fyri søgn um, at í studningspolitikkinum er eins deyð annans breyð.

Tí hevði verið áhugavert at hoyrt nakað um, hvørjar hugsjónir eitt nú javnaðar- og sambandsflokkurin hava um føroyskan vinnupolitikk og hvussu teir ætla at tryggja eitt samhaldsfast samfelag.


Skipaði viðurskifti

Rópt verður nú um ?íslendskar tilstandir við kvotubarónum? og um frían fiskiskap. Hetta hevur onki hald í veruleikanum:


?Økisfriðingarnar verða fasthildnar

?Eitt skott skal setast millum tann stóra flotan og útroðrarflotan.

?At fiskidagar gerast umsetiligir fyri tann stóra partin av heimaflotanum merkir ikki, at vit kunnu hava kvotubarónar, sum bara liva av at keypa og selja kvotur. Her skal gerast ein skipan við einum ?kvotubanka? ella ?fiskidagabanka?, soleiðis at fiskidagar verða umsettir eftir skipaðum og gjøgnumskygdum viðurskiftum.

?Tilfeingið er ogn Føroya fólks, og um tann, sum hevur veiðiloyvi og fiskidagar ikki brúkar henda møguleikan, so missir hann veiðirættin, sum fellur aftur til tað almenna og kann bjóðast onkrum øðrum.

?Harafturat kunnu vit at forða fyri, at fiskidagar savnast á fáar hendur við at gera eina lóggávu móti miðsavning av fiskidøgum og øðrum rætti til vinnuvirksemi.


Sostatt fáa vit skipaði viðurskifti fyri vinnuna. Vit tryggja alment gjøgnumskygni. Og vit tryggja, at vinnan skal kasta av sær til samfelagið og okkum øll.


Grundarlagið

fyri vælferð

Hetta er kjarnin fyri eitt samhaldsfast og trygt føroyskt samfelag: At tey, sum fáa loyvi at troyta okkara felags tilfeingi skulu kasta av sær til samfelagið og fylgja nøkrum almennum reglum. Hetta fer at geva okkum eina vinnu, sum sjálv kann endurnýggja seg og uppfylla krøvini um góða løn/hýru, gott arbeiðsumhvørvi og trivnað fyri tey, sum starvast har. Hetta fer at geva okkum eina vinnu, sum fylgir umhvørviskrøvum og fær mest burturúr tilfeinginum, og sum kastar av sær til tað almenna. Og hetta fer at geva okkum grundarlagið fyri einum føroyskum vælferðarsamfelag.

Tað er ein verulig hugsjón og politikkur í verki. Og ikki politiskt volapykk.


Høgni Hoydal

landsstýrismaður