Volkswagen nógv mest seldi bilur í ár

Higartil í ár er Volkswagen nógv mest seldi bilur. 121 fólk hava ognað sær ein nýggjan Volkswagen higartil í ár.

Næst Volkswagen kemur Toyota, ið sum oftast hevur verið mest seldi bilur í Føroyum í minsta lagi seinastu 30 árini.

Í uppgerðini hjá Akstovuni sæst eisini, at Volkswagen er mest seldi bilur í apríl eisini, tá 41 Toytabilar vóru seldir. Næst Volkswagen í apríl var Ford, sum hevur selt 25, meðan Toyota kemur á fjórða plássi við 21 bilum.

Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu nógvir nýggj akfør eru skrásett í apríl mánaði:

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

41

FORD

32

RENAULT

25

TOYOTA

21

VOLVO

17

KIA

16

NISSAN

16

PEUGEOT

16

CITROEN

11

MITSUBISHI

11

 

 

Og hetta yvirlitið vísir, hvussu nógv nýggj akfør eru skrásett higartil í ár.

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

121

TOYOTA

98

RENAULT

85

FORD

76

NISSAN

62

VOLVO

58

KIA

54

PEUGEOT

46

CITROEN

42

MITSUBISHI

36