Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, kom í morgun til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.
Hetta stendur í einum uppslagi frá henni á sosiala miðlinum X.
Í dag eru fýra ár liðin, síðani Russland herjaði á Ukraina.
Við vitjan síni fer Von der Leyen at staðfesta, at Evropa stendur ótroyttiliga saman við Ukraina - bæði búskaparliga, hernaðarliga og gjøgnum harða veturin, stendur í fráboðanini.
Hetta er tíggjundu ferð síðani innrásina, at hon vitjar í Kyiv.
Vitjanin er eisini fyri at "undirstrika okkara framhaldandi raðfesting av rættvísu stríðnum hjá Ukraina".
- Og fyri at senda eitt greitt signal til bæði ukrainska fólkið og ágangsmannin: Vit geva ikki eftir, fyrr enn friður er komin aftur. Friður við treytum hjá Ukraina, skrivar von der Leyen í uppslagnum.
Forkvinnan deilir eisini eitt video, har hon sæst koma til ukrainska høvuðsstaðin. Her fær hon eitt blómutyssi við gulum og bláum blómum, somu litir sum ukrainska flaggið.
Roknað varð við, at Ursula von der Leyen undir vitjanini fór at kunna tryggja ukrainska forsetanum, at 90 milliardir evrur vóru á veg. Hetta skuldi gerast sum eitt lán, sum bæði skuldi halda búskapinum í Ukraina koyrandi og stuðla hernaðarliga átakinum næstu tvey árini.
Men á fundi millum uttanríkisráðharrarnar hjá ES mánadagin helt Ungarn fast um veto móti bæði láninum og 20. revsitiltøkupakkanum móti Russlandi.
ES-forsetin, António Costa, kemur væntandi eisini til Kyiv í dag, nú ið fýra ár eru liðin síðani innrásina.
Sambært tíðindastovuni AFP hava tey bæði boðað frá, at teir fara at luttaka á minningarhaldi og vitja ukrainsk orkuverk, sum hava fingið skaða av russiskum álopum.
Síðani skulu tey á fund við Zelensky forseta.
Eftir ætlan skulu Von der Leyen og Costa eisini luttaka á einum videofundi við sameindu hjá Ukraina - sonevndu samgonguni hjá teimum fúsu - sum millum annað fevnir um Bretland, Frakland og Týskland.
/Ritzau/










