VOX hevur sungið gospel í 10 ár og er vorðið eitt kent navn innan føroyskan kórsang. Kórið VOX hevur tilknýti til Heimamissiónina og er leitt av Ásbjørn Berthelsen.
VOX er mannað við dugnaligum útvaldum sangarum.
Nógv verður gjørt burturúr 10 ára hátíðarhaldinum. Millum annað eru allir fyrrverandi sangarar bodnir at syngja við.
Á konsertini fara ymiskar útgávur av VOX at framføra. Fyrst verður tað sangararnir, sum manna VOX í dag. Síðani verður tað sangararnir, sum hava sungið við, men ikki er í kórinum longur. Til endans syngja øll saman í einum stórum felagskóri á 50 sangarar.
Tá verður sungnir fleiri gamlir og kendir sangir.
– Vit eru sera spent til konsertina, og vit vóna, at nógv koma at hoyra okkum. Vit ætla í øllum førum at gera nógv burturúr og geva eina rimmar framførslu, sigur Ásbjørn Berthelsen, kórleiðari.
Konsertin verður 16. august klokkan 16 í Norðurlandahúsinum. Atgongumerki eru at fáa á kunningarstovunum, í Norðurlandahúsinum og á heimasíðuni www.nlh.fo.