Voxbotn byrjaði varliga

Tá Sámal Ravnsfjall fór á pallin klokkan 18 í gjár stóð ein áhoyrari framman fyri pallin og lurtaði, tí tað regnaði so illa.

 

Men Sámal gav alt hann átti og eitt sindur afturat, so tað var tónleikaliga ein sera góð byrjan.

Til tær fyrstu konsertirnar vóru ikki so nógv fólk. Men tá Saveus fór at spæla klokkan 22 komu nógv fólk og tá fyltist Vágsbotnur.

Men einki var, sum tá Eyðun og Terji komu á pallin á midnátt, tá kókaði allur Vágsbotnur.

Fyrireikararnir siga, at tað vóru um 4.000 fólk á økinum, tá tað var av tí mesta.

Sjálvt um einki greitt høvuðsnavn var, so var góður stemningur – og tá TOPGUNN komu á pallin klokkan 01, tá floygdust allar pisurnar.

 

##med2##

 

Samanumtikið eitt sera væl eydnað kvøld á Voxbotn, har tað tað enn einaferð ikki vóru tey útlendsku nøvnini, sum vórðu mest fagnað, men "teir gomlu", Eyðun og Terji, sum bæði við sangi og tónleikaliga vóru sera góðir, við einum sera góðum bólki afturat sær, har Leivur Thomsen spældi gittar, Jóhannus á Rógv bass og Josva Debes á trummur. Teir vóru avgjørt hæddarpunktið á kvøldinum.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##