Hetta skrivar danski flogmiðilin Check-in við støði í upplýsingum frá amerikansku Air/Sea Heritage Foundation og CNN.
Vanlukkan hendi 11. apríl 1952, tá Pan Am-flogfarið Clipper Endeavour, sum var á veg til New York, misti tveir av sínum fýra motorum stutt eftir fráferð úr Puerto Rico.
Manningin royndi at neyðlenda á havinum umleið 18 kilometrar í ein útnyrðing úr Isla Grande-floghavnina.
Umborð vóru 69 fólk – 64 ferðafólk og fimm í manningini. Øll yvirlivdu sjálva lendingina, men nógv megnaðu ikki at sleppa úr flogfarinum, sum sakk. Í alt lótu 52 fólk lív, meðan 17 vórðu bjargað.
Leiting eftir vrakinum byrjaði í 2019, tá Air/Sea Heritage Foundation fór undir at leita við hjálp av framkomnum undirsjóvardrónum. Leitingin varð millum annað sett í verk eftir, at eitt viðførismerki frá flogferðini varð funnið í Florida.
Undir arbeiðinum hava granskararnir eisini fingið hjálp frá søguligum skjalasøvnum í Puerto Rico og einum korti, sum flogskiparar í amerikanska flotanum gjørdu, eftir at teir vóru eygnavitni til neyðlendingina í 1952.
Vanlukkan fekk stóran týdning fyri trygdina í altjóða flogferðslu. Eftir hesa vanlukkuna fóru flogfeløg at geva ferðafólkum kravdar trygdarleiðbeiningar um bjargingarvestar og neyðútgerð undan flogferðum yvir havi.
Hesar trygdarsýningar eru í dag ein sjálvsagdur partur av øllum regluligum flogferðum.











