VW Golf er ársins bilur 2009

Volkswagen Golf er kosin World Car of the Year 2009.

Fyri fimtu ferð er ársins bilur í øllum heiminum kosin. Ein dómsnevnd umboðað av 59 motorjournalistum úr 25 ymiskum londum fekk til uppgávu at tilnevna World Car of the Year 2009. Úrslitið varð almannakunngjørt í sambandi við New York Internationale Autoshow 2009, sum er í hesum døgum.


Nýggjasti VW Golf varð presenteraður fyri motorjournalistum úr øllum heiminum í Reykjavík í september í fjør.


Hetta er sum sagt fimta árið á rað at ársins bilur í øllum heiminum verður kosin. Í 2005 var tað Audi A6, í 2006 var tað BMW 300, í 2007 var tað Lexus LS460 og í 2008 var tað Mazda 2.