Wales: Vit ræðast ikki Ronaldo

(EM 2016) Walisarar hava sjálvsálit, og siga seg verða væl fyri til hálvfinaluna ímóti Portugal í kvøld

 

Klokkan 20 í kvøld spæla Wales og Portugal EM-hálvfinalu í Lyon í Fraklandi. Flestu serfrøðingar og veddingarfyritøkur hava Portugal við Cristiano Ronaldo á odda, sum favoritt til at vinna dystin í kvøld. 

 

Liðskiparin hjá Wales, Ashley Williams er tó ikki bangin fyri Cristiano Ronaldo: - Hann er ein av heimsins bestu spælarum, men vit óttast ikki Ronaldo. Portugal hevur fleiri offensiv vápn, og vit mugu ikki verða ov fokuseraðir uppá ein einstakan spælara. Vit mugu royna at nullstilla Portugal, sum eitt lið, tað er ein leistur vit hava roynt gjøgnum alla EM-kappingina, sigur Ashley Williams við enska blaðið "Daily Mail". - Okkara styrki er hópurin, ikki bara teir 11, sum byrja inni. Líkamikið hvønn venjarin velur at byrja inni, so fer arbeiðið at verða gjørt. Tað er sjálvandi ringt at verða spælarar fyri uttan, sum hava leikbann, men nú fáa aðrir møguleikan. Eg eri vísur í, at James Collins hjá West Ham, og Andy King hjá Leicester City, sum helst fara at byrja inni fyri Davies og Ramsey fara at gera tað gott. 

 

Walisiski landsliðsvenjarin, Chris Coleman er bjartskygdur áðrenn søguliga dystin hjá Wales: - Vit kenna portugisararnar væl, og vit hava gjørt okkara heimaarbeiðið. Vit kenna einstaklingarnar, og vit kenna eisini kollektivið Portugal. Chris Coleman veit, at hann og spælararnir mugu verða til reiðar frá byrjan, fyri at hava ein møguleika at vinna seg í EM-finaluna. Á hesum støðinum verða dystir avgjørdir uppá eitt sekund, eitt mótálop, ein mistur bóltur, eitt persónligt mistak, og tú ert aftanfyri í dystinum, staðfestir Chris Coleman. Chris Coleman heldur, at tað ótrúliga samanhaldið hjá hansara hópi kann bera teir allan vegin til EM-finaluna.